Ferðastudningur innanoyggja

Um tú ikki hevur søkt ferðastudningin umvegis Mentamálaráðið (miðnámsskúlanæmingar), tá tú søkti inn á útbúgvingina, skal søkjast á heimasíðuni ssl.fo Trýst á “skúlakort” og útfyll umsóknarblaðið. Niðast á síðuni “skúlakort” er “Leiðbeining til næmingar”. 

Meginreglan í skipanini er, at øll lesandi, ið hava fyri neyðini at nýta Strandfaraskip Landsins, ferðast ókeypis aftur og fram í skúla í mesta lagi einaferð um dagin, uttan mun til fjarstøðu frá skúlanum. Møguleiki er eisini at ferðast til og frá starvsvenjingarstaði, um so er, at starvsvenjingar¬tíðarskeiðið er samanhangandi og varir í minsta lagi 4 vikur.

Treytin fyri at fáa ferðastudningin er hin sama, ið er galdandi fyri at fáa lestrarstuðulin. Tó kunnu lesandi við Húsarhaldsskúla Føroya og útlendsk lesandi í Føroyum t.d. AFS-arar fáa ferðastudning.

Víst verður til"vegleiðing", ið liggur undir "umsóknarbløð" ovast á síðuni.

 

FERÐAKORT
Víst verður til heimasíðuna ssl.fo tá søkjast skal um ferðastudningin innanoyggja.