Serstøk føri í Norðurlondum

Vanliga fáa føroyingar, ið lesa í Norðurlondum stuðul frá SU í Danmark. Tó kann Studni í ávísum førum veita stuðul til livikostnað í Norðurlondum, tá SU ikki veitir stuðulin og talan er um hægri heiltíðarlestur. Stuðul til lesandi í Danmark verður veittur í samráð við ráðgevandi nevndina hjá Studna. Í hinum Norðurlondunum verður stuðulin veittur, um útbúgvingin er góðkend sum stuðulsheimilað av lestrarstuðulsstovninum í norðurlandinum, har tann lesandi lesur. Umframt hetta kann Studni veita stuðul til skúlagjald í Norðurlondum í serstøkum førum, og bert tá talan er um hægri heiltíðarlestur. Serstøku førini eru avmarkað til tey førini, tá SU eisini veitir stuðul til skúlagjaldið.