16. juni 2010

Studni - nýggja navnið á Stuðulsstovninum

Tá ið Stuðulsstovnurin varð settur á stovn í 1988, varð fyrst og fremst hugsað um peningaligan stuðul, tá ið orðið ”stuðul” varð nevnt, t. d. stuðul til fiskivinnuna ella lestrarstuðul. Í dag hevur ”stuðul” ofta merkingina: at stuðla menningartarnaðum ella fólki við sálarligum ella likamligum breki. Tað er ikki so sjáldan, at starvsfólkini á Stuðulsstovninum møta hesi uppfatan, tá ið tey siga, at tey arbeiða á Stuðulsstovninum. Hetta er ein av orsøkunum til navnabroytingina.

Ein onnur orsøk til at broyta navnið er, at Stuðulsstovnurin ofta verður blandaður saman við aðrar stovnar. Talan er altíð um stovnar, ið taka sær av fólki við breki. T.d. hevur Stuðulsstovnurin ofta verið blandaður saman við Sernámsdepilin, og fólk hugsa ofta eisini um Stuðulstænastuna hjá Nærverkinum og Stuðulsfólkaskipanina hjá Almannastovuni, tá ið tosað verður um Stuðulsstovnin. Aðrir líknandi stovnar eru Stuðulsstovan og Stuðulstoymið. 

Hví Studni? 

Grundgevingarnar fyri at velja orðið Studni sum nýtt navn eru fleiri:

  • Studni er gamalt føroyskt orð, ið ikki verður nýtt longur. Studni er óbundið kallkynsorð, ið bendist studni, studna, studna, studna. Orðið merkir sambært móðurmálsorðabókini kjølfesti, og dømini, sum verða nevnd eru: ”legg ein studna í bátin (t.d. ein stein)”, og ”báturin hevði fingið ein studna av fiskinum”. Sagnorðið ”at studna” merkir at styðja, og dømini, ið verða nevnd her, eru: ”eg ætli mær at studna hann tað, eg kann”, og ”báturin var væl studnaður (væl av fiski í honum, kjølfestur)”. Kallkynsorðið ”studnaður” merkir stuðul, styrkur, studni og hjálp. Dømið, ið verður nevnt í hesum førinum er: ”vit skulu bera okkum studnað í bátin, áðrenn vit fara”. 
  • Studni er snøgt, stutt orð, ið bert hevur altjóða bókstavir. Hetta ger, at heimasíðan og eftirnavnið í teldupostadressum verður tað sama sum í navninum. 
  • Studni skapar hugasamband (associatiónir) til orð sum studning, stuðul, student og at studera. Harafturat er nógv myndamál í hesum, sum er sagt, serliga tað at kjølfesta tey ungu, at geva teimum eina barlast fyri lívið við at geva teimum fíggjarligan stuðul og harvið møguleikan at fáa eina útbúgving. 
  • Sum nevnt omanfyri, er Studni lætt at benda, og tað fer kanska at styrkja bendingarkensluna hjá teimum ungu, sum fyrst og fremst vera tey, ið hava samband við Studna. 
  • Hugskotið til navnið eigur John Dalsgarð. Í samband við navnaskiftið hevur Studni fingið nýggja heimasíðu www.studni.fo 

Yvirskrift, um tørvur er á tí