28. mai 2013

Stuðul til PhD-lestur

Studni kann veita stuðul til óløntan PhD-lestur í ávísum førum. Hetta verður gjørt, um tann lesandi uppfyllir allar tær vanligu treytirnar fyri at fáa lestrarstuðul og eigur lestrarstuðulskvotu (max. 6 ár) eftir hjá Studna. Harafturat skal tann lesandi ikki hava rætt til samsvarandi stuðul frá Statens Uddannelsesstøtte ella øðrum lestrarstuðulsskipanum, samstundis sum stuðul fæst frá Studna.

Yvirskrift, um tørvur er á tí