Útbúgvingarvegleiðarin

kann hjálpa tær við spurningum um útbúgvingar bæði í Føroyum og uttanlands.

Í 2019 flutti útbúgvingarvegleiðingin frá Fróðskaparsetrinum til Studna. Virksemið hjá Altjóða Skrivstovuni er flutt frá Fróðskaparsetrinum til Studna. Endamálið er at savna yvirskipaðu kunningina og vegleiðingina um útbúgvingar- og stuðulsmøguleikar í Føroyum og uttanlands á einum staði.

Til ber at ringja á telefon 555090 í telefontíðini:

Mánadag, týsdag og hósdag kl. 10 - 12 og kl. 13 - 15

Mikudag kl. 10 - 12 og kl. 13 - 18

Fríggjadag  kl. 10 - 12 og kl. 13 - 14

Eisini ber til at skriva teldupost til spyrbara@studni.fo. Um tú ynskir at koma forbí, mást tú ringja ella skriva áðrenn.

Um tú ert lesandi á Fróðskaparsetrinum, skalt tú seta teg í samband við Altjóða Skrivstovuna á Fróðskaparsetrinum um innanhýsis ivamál, sum til dømis um tú ynskir at fara á skiftislestur, ella um annað ið viðvíkur Fróðskaparsetrinum.