Markleys útbúgving

Kunning til fráfaringarflokkar á miðnámi

Markleys Útbúgving er eitt upplýsingarátak ætlað fráfaringarflokkunum í miðnámsskúlunum, men onnur, sum ynskja kunning um útbúgvingarmøguleikar, eru eisini vælkomin.

Næsta tiltakið av Markleys Útbúgving verður í heyst. Vegna Covid-19 verður tiltakið talgilt.

Um tú ert áhugað/ur í at fáa kunning, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna: vegleiding@uvs.fo, www.vegleiding.fo

Studna samstarvar við MFS, Ráð teirra lesandi, Yrkisdepilin og Lestrarvegleiðarafelagið um at geva miðnámsnæmingum eitt gott grundarlag at velja sína víðari útbúgving.

Við at upplýsa um nógvu valmøguleikarnar, fáa miðnámsnæmingarnir íblástur og betri vitan, um ta stóru lestraravgerðina.