Hvussu verður inntøkujavnað og hvussu virkar inntøkujavningin?
Hvat merkir tað, at lestrarstuðulin verður inntøkujavnaður?
At inntøkujavna lestrarstuðulin merkir, at A-inntøkan hjá tí lesandi kann hava ávirkan á lestrarstudningsupphæddina. Er A-inntøkan ov høg, lækkar studningurin til livikostnað.
Hvør lestrarstuðul verður inntøkujavnaður?
Tað er bert vanligi mánaðarligi studningurin til livikostnað, ið verður inntøkujavnaður, t.v.s. á hægri útbúgvingum og á vinnuførleikagevandi útbúgvingum kr. 4.960, og á miðnámsútbúgvingum kr. 4.387 ella kr. 2.113. Ískoytisstudningarnir, “barnastudningurin” (kr. 1.149) og “studningurin til einsamallar uppihaldarar” (kr. 1.762), verða ikki inntøkujavnaðir. Heldur ikki verða “bókastudningurin”, “vistarhaldsstudningurin” og lán frá Studna ávirkað av inntøkujavningini.
Í mun til hvørja inntøku verður inntøkujavnað?
Tað verður bert inntøkujavnað í mun til útgoldna A-inntøku hjá tí lesandi.
Hvar fær Studni inntøkuupplýsingarnar frá?
Studni fær inntøkuupplýsingar um tey lesandi frá TAKS mánaðarliga.
Hvussu nógv kann ein lesandi forvinna uttan at inntøkujavnað verður?
Tað stutta svarið upp á spurningin er, at tann lesandi í mesta lagi kann forvinna kr. 20.000 í miðal um mánaðin, men svarið er nakað meira innviklað og samansett enn so – les tí svarini upp á teir næstu spurningarnar.
Hvørjum upphæddum verður inntøkujavnað við?
Er A-inntøkan ov høg, lækkar studningurin til livikostnað. Tann lesandi kann tó hava eina miðal A-inntøku heilt upp til kr. 20.000 um mánaðin, uttan at verða raktur av inntøkujavningini. Í lógini stendur: “Studningurin ....verður inntøkujavnaður soleiðis: Fyri hvørjar kr. 1.000, sum mánaðarliga miðal útgoldna A-inntøkan í mesta lagi síðstu 12 mánaðirnar fer upp um kr. 20.000, verður mánaðarligi studningurin ...... lækkaður við 10%.”
Hetta merkir, at er mánaðarliga miðal útgoldna A-inntøkan:
kr. 20.000 ella lægri, fæst fullur studningur: kr. 4.960, -
omanfyri kr. 20.000, men kr. 21.000 ella lægri, verður studningurin kr. 4.464 (- 10 %)
omanfyri kr. 21.000, men kr. 22.000 ella lægri, verður studningurin kr. 3.968. (- 20 %)
omanfyri kr. 22.000, men kr. 23.000 ella lægri, verður studningurin kr. 3.472 (- 30 %)
omanfyri kr. 23.000, men kr. 24.000 ella lægri, verður studningurin kr. 2.976 (- 40 %)
omanfyri kr. 24.000, men kr. 25.000 ella lægri, verður studningurin kr. 2.480 (- 50 %)
omanfyri kr. 25.000, men kr. 26.000 ella lægri, verður studningurin kr. 1.984 (- 60 %)
omanfyri kr. 26.000, men kr. 27.000 ella lægri, verður studningurin kr. 1.488 (- 70 %)
omanfyri kr. 27.000, men kr. 28.000 ella lægri, verður studningurin kr. 992 (- 80 %)
omanfyri kr. 28.000, men kr. 29.000 ella lægri, verður studningurin kr. 496 (- 90 %)
omanfyri kr. 29.000 fæst eingin studningur
Dømi omanfyri er fyri lesandi, ið fær kr. 4.960 í studningi. Fyri tey, ið fáa kr. 4.387 ella kr. 2.113, eru upphæddirnar lutfalsliga lægri.
Hvussu er við inntøku, ið er forvunnin áðrenn skúlabyrjan?
Í lógini stendur: “Inntøkujavnað verður ikki í mun til A-inntøku, ið er útgoldin innan lestrarbyrjan og fyrsta heila mánaðin eftir, at útbúgvingin er byrjað.” Hetta merkir, at tað sum lesandi hava forvunnið, áðrenn tey byrja útbúgvingina, ikki skal inntøkujavnast. Legg tó til merkis, at tað stendur útgoldin. Tað er tí týdningarmikið, at forvunnin A-inntøka verður útgoldin í síðsta lagi í september.
Hvussu verður inntøkujavnað hjá lesandi, ið byrjar eina útbúgving?
Inntøkujavnað verður fyrstu ferð við útgoldnu A-inntøkuni í oktober. Fyrstu ferð inntøkujavnað verður, verður javnað í mun til A-inntøkuna í ein mánað. Fyri at finna miðalinntøkuna næsta mánaðin verður A-inntøkan fyri tveir mánaðir býtt við 2, triðja mánaðin verður A-inntøkan fyri tríggjar mánaðir býtt við 3 o.s.fr. Tá eitt ár er farið, verður A-inntøkan hjá tí lesandi fyri síðsta árið býtt við 12 fyri at finna miðal mánaðarligu inntøkuna. Hildið verður á við hesum til lesturin er liðugur.
Hvussu verður inntøkujavnað hjá framhaldslesandi (hjá lesandi, ið ganga 2., 3., 4.,,,,, árið)?
Lønarinntøkan teir síðstu 12 mánaðirnar verður býtt við 12. Miðal A-inntøkan er avgerandi fyri um inntøkujavnað verður ella ikki, og hvør upphæddin verður (sí talvuna omanfyri).
Hvussu er, tá ein er liðugur við eina útbúgving og byrjar ta næstu?
Í kunngerðini stendur: “Heldur lesandi fram á aðrari útbúgving innan 3 mánaðir, verður tann lesandi roknaður sum framhaldslesandi og inntøkan í steðginum verður roknað við í inntøkugrundarlagnum.” Hetta merkir t.d., at ein lesandi, sum verður liðugur við eina bachelorútbúgving í juni og byrjar upp á eina masterútbúgving í august sama ár, verður roknaður sum framhaldslesandi í sambandi við inntøkujavningina.
Er tað vanligt at inntøkujavna lestrarstudningin aðrastaðni?
Tað er ikki eitt ókent fyribrigdi at inntøkujavna lestrarstudningin. Í øllum hinum Norðurlondunum verður studningurin inntøkujavnaður.