Hvat er endamálið og bygnaðurin við útbúgvingini?
Hvørjir eginleikar og hvørjar fortreytir krevjast?
Kann eg gera lesturin lidnan á fleiri stigum/"niveauum"?
Hvørjar møguleikar havi eg fyri eftirútbúgving?
Hvørjir frálæruhættir verða nýttir? Og hvussu valfríir eru hættirnir?
Hvørjir eru próvtøkuhættirnir og hvussu kunnu teir veljast?
Hvussu langt er innleiðsluskeiðið og er tað tvinnað inn í frálæruna tað fyrsta árið?
Verða nýttir lesibólkar, lestrarferðir og tvørfakligar verkætlanir?
Eru lesandi sett í starv til at hjálpa og vegleiða, partvís við lestrarbyrjan, partvís gjøgnum útbúgvingartíðarskeiðið?
Hvørji eru tey útbúgvingarserstøku upptøkukrøvini (atgongdsgevandi prógv, meðalúrslit, lærugreinir)?
Hvørjir møguleikar eru fyri upptøku, um mítt meðal er ov lágt?
Hvørji sosial tiltøk eru, so tað er skjótt at koma inn í lestrarumhvørvið?