Verkætlanarstudningur

Endamálið við ferðastudninginum til verkætlanir er at stuðla lesandi føroyingum á hægri lærustovnum í Føroyum og uttanlands í sambandi við størri verkætlanir, ið skulu gerast í øðrum landi enn í lestrarlandinum. Hetta verður gjørt við at veita studning til ferðina millum lestrarlandið og landið, har verkætlanin skal gerast. Studningurin er tann skjalprógvaða upphæddin av ferð millum lond til vanligan ferðaseðlakostnað, tó í mesta lagi upphæddin fyri lesandi sbrt. talvuni um ferðastudningin. Víst verður til "vegleiðing verkætlan", ið liggur undir"umsóknarbløð" ovast á síðuni.

Hvat er ein verkætlan?

 

Við eina verkætlan skilst: 

a) størri uppgáva í sambandi við hægri lestna. Talan skal verða um kanningarferð í sambandi við høvuðsuppgávu ella størri ritgerð, ið er kravdur partur av lestri, sum telur í minsta lagi 10 ects,

b) starvsvenjing í minst 2 vikur, t..d. á læraraskúla í øðrum landi,

c) uppihald á øðrum lærustovni, herundir skiftislestur. Sum annað dømi um hetta, kunnu nevnast Nordkurs-summarskeiðini í Norðurlondum.

Víst verður til "vegleiðing verkætlan", ið liggur undir"umsóknarbløð" ovast á síðuni.

Treytir

Tú kanst søkja um verkætlanarstuðul, um tú lýkur fylgjandi treytir: 

1) Umsøkjarin skal hava serligt tilknýti til Føroyar og kravið er:

  • at umsøkjarin hevur búð í Føroyum í minsta lagi tvey av teimum seinastu trimum árunum beint undan lestrarbyrjan, ella  
  • at umsøkjarin hevur búð í Føroyum í minsta lagi helvtina av lívinum áðrenn lestrarbyrjan. 

2) Umsøkjarin skal ganga á eini góðkendari hægri fulltíðarútbúgving, ið er 2 lestrarár ella longri ella tekur heiltíðarútbúgving til heilsuhjálpara ella heilsurøktara.

3) Umsøkjarin skal vera lestrarvirkin. 

  • Umsøkjari er lestrarvirkin, um hann ikki er meira enn eitt ár afturúr í lesnaðinum í mun til ásettu lestrartíðina. Harafturat skal tann lesandi møta til frálæruna, lata inn kravdar uppgávur og fara til próvtøkurnar eftir teimum reglum, sum eru galdandi á útbúgvingarstovninum. 

4) Umsøkjari kann bert partvís fáa løn í útbúgvingartíðini. 

  • Umsøkjari í partvís løntari útbúgving er ikki stuðulsheimilaður, um meira enn ½ av útbúgvingartíðarskeiðnum er lønt.

Harumframt skal verkætlanin vera partur av útbúgvingini og góðkennast av útbúgvingarstaðnum. Vert er eisini at leggja merki til, at tað bert verður veittur studningur fyri ferðing millum lond, og at tann lesandi í mesta lagi hevur møguleika at fáa henda studning tvær ferðir í samlaðu útbúgvingartíðini og bert til eina ferð aftur og fram í hvørjari verkætlan.

Víst verður til "vegleiðing verkætlan", ið liggur undir"umsóknarbløð" ovast á síðuni.

Mannagongd

 

Ætlar tú at søkja um studning, kann hetta antin gerast áðrenn farið verður undir verkætlanina ella meðan tú ert í gongd við verkætlanina. Tað ber ikki til at søkja um studning eftir at verkætlanin er liðug. 

Fyrst verður útfylta umsóknarblaðið “Umsókn um ferðastudning til verkætlanir” sent Studna. Minst í hesum sambandi serliga til, at geva eina greiða lýsing av verkætlanini og at fáa váttan frá lærustovninum, um at verkætlanin er ein partur av útbúgvingini og er góðkend av lærustovninum.

Allir umsøkjarar fáa svar. Er svarið játtandi, verður ein tilsøgn send tær um, at studningur verður veittur. 

Studningurin verður útgoldin, tá Studni hevur fingið tann goldna ferðaseðilin í sambandi við verkætlanina. Tó verður ikki útgoldið fyrr enn 2 vikur undan fráferð.

Studningurin verður tann skjalprógvaða upphæddin av ferð millum lond til vanligan ferðaseðlakostnað, tó í mesta lagi kr. 1.500,00 millum Føroyar og Danmark, kr. 3.100,00 millum Føroyar og lond í Europa ( -Danmark og Grønland) og kr. 4.100,00 millum Føroyar og lond uttanfyri Europa. Síðani verður peningurin goldin á kontu í einum føroyskum ella útlendskum peningastovni.

Víst verður til "vegleiðing verkætlan", ið liggur undir"umsóknarbløð" ovast á síðuni.

Sí umsóknina undir "Umsóknarbløð"