Viðgerð av persónsupplýsingum

Undirvísingarstýrið – herundir Studni og Musikkskúlaskipanin, viðger persónsupplýsingar hjá borgarum fyri at kunna útinna lógarásettar og umsitingarligar uppgávur.
 

Dátuábyrgdarar:

Undirvísingarstýrið, Hoyvíksvegur 72, Postboks 9, 110 Tórshavn, telefon 200900, teldupostur uvs@uvs.fo

Studni, Hoyvíksvegur 72, Postboks 9, 110 Tórshavn, telefon 204060, teldupostur studni@studni.fo

Musikkskúlin, Hoyvíksvegur 72, Postboks 9, 110 Tórshavn, telefon 216462, teldupostur uvs@uvs.fo

Dátuverndarfólk (DPO):

Tóri Højgaard, løgfrøðingur í uttanríkis- og mentamálaráðnum, teldupostur torih@ummr.fo, telefon 555023.

Undirvísingarstýrið leggur dent á, at viðgerðin er greið og trygg, og at borgararnir kenna síni rættindi.
 

Niðanfyri kanst tú lesa um hesi rættindi og um viðgerð av persónsupplýsingum.

1. Skráseting av persónsupplýsingum

Undirvísingarstýrið viðgerð persónsupplýsingar, fyri at kunna útinna tær uppgávur stovnurin hevur at røkja, so sum lønarútgjaldingar, endurrindan av ferðaútreiðslum, stuðulsútgjaldingar og lánsútgjøld.

Persónsupplýsingar vera fingnir til vega við egnum upplýsningum latnir okkum, umsóknarbløðum send okkum umvegis post og teldupost og persónsupplýsningar latnir umvegis sjálvgreiðslur, so sum Vangan og Mínboks.

Undirvísingarstýrið fær persónsupplýsningar frá øðrum stovnum, eitt nú Landsfólkayvirlitinum og frá skúlum, fyri at avgreiða útgjøld á rætta og tryggan hátt.

Hvør fær upplýsningar?

Undirvísingarstýrið letur upplýsningar til fyritøkur og stovnar ið viðgera hesar vegna okkum. Talan er um Gjaldstovuna, Elektron og Atlantic. Í samband við kærumál og grannskoðan verða upplýsingar latnir víðari til avvarandi myndugleikar.

Hvussu leingi verða upplýsingar goymdar?

Persónsupplýsingar vera goymdir so leingi hesir tæna einum sakligum endamáli. Endaligar ásetingar og mannagongdir um striking av persónsupplýsingum verður viðgjørt í løtuni og væntast liðugt á heysti 2021.

Tíni rættindi:

Tú hevur fleiri rættindi, tá ið Undirvísingarstýrið viðger persónsupplýsingar um teg.

Tú hevur sum útgangsstøði rætt til innlit í viðgerð hjá UVS av persónsupplýsingum um teg. Tað merkir, at tú hevur rætt til at fáa staðfest, um persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar, og tú hevur eisini rætt til at fáa innlit í onnur viðurskifti kring upplýsingarnar, til dømis hvussu leingi tær verða varðveittar, og hvønn tær verða víðarigivnar til.

Rættindi til rætting og striking

Um tær upplýsingarnar, sum vit viðgera, eru skeivar, ófullfíggjaðar ella óviðkomandi so kanst tú, sum skrásettur við teimum avmarkingum, sum eru í galdandi lóggávu krevja, at vit rætta ella strika upplýsingarnar.

Rættindi til at mótmæla

Tú kanst mótmæla, at persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um mótmælið má metast heimilað, skulu persónsupplýsingarnar um teg ikki viðgerast

Rættindi til dátuflutning

Tú hevur rætt til at fáa persónsupplýsingar tínar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum og teldutøkum sniði og at flyta tær frá einum dátuábyrgdara til annan uttan forðingar, um so er, at viðgerðin av persónsupplýsingunum er grundað á samtykki frá tær ella avtalu við teg

Tú kanst kæra

Dátueftirlitið hevur eftirlit við, at galdandi lógir og reglur á dátuverndarøkinum verða fylgdar. Tú kanst kæra viðgerð hjá Undirvísingarstýrinum av persónsupplýsingum um teg til Dátueftirlitið.

Tú finnur upplýsingar um Dátaeftirlitið á heimasíðuni www.dat.fo