Stuðul uttanlands

Føroyingar eru danskir ríkisborgarar og koma tí vanliga undir donsku SU-skipanina, tá vit lesa uttanlands – bæði í Danmark og øðrum londum. Í § 6 stk. 4 í lógini um lestrarstuðul stendur: ”Í tíðarskeiðum, tá umsøkjari hevur rætt til samsvarandi stuðul frá Statens Uddannelsesstøtte ella øðrum lestrarstuðulsskipanum, fæst ikki stuðul frá Studna.” Hetta merkir, at ein føroyingur fyrst skal royna tey rættindi, hon ella hann hava hjá SU, áðrenn stuðul kann fáast frá Studna. Víst verður til www.su.dk viðvíkjandi stuðli frá SU.

Tað er tó so, at Studni hevur nakrar serligar skipanir fyri føroyingar uttanlands.

Tær eru:

  • ÚSUN-SKIPANIN, ið er ein skipan fyri tey, ið lesa hægri lestur uttanfyri Norðurlond. Gjøgnum hesa skipan er møguleiki at fáa stuðul til skúlagjald og livikostnað í ávísum førum, har hesin stuðul ikki fæst frá SU. 
  • Ferðastudningur, sum er ein studningur til eina ferð heim til Føroya eina ferð um árið fyri tann lesandi og børn hennara ella hansara. 
  • Verkætlanarstudningur, ið eisini er ein ferðastudningur, men í hesum førinum er talan um ferðastudning til eina verkætlan, ið skal gerast í øðrum landi enn lestrarlandinum. 
  • Stuðul til málslig fyrireikingarskeið. Henda skipan veitir stuðul til málslig fyrireikingarskeið til hægri lestur í ikki enskttalandi londum uttanfyri Norðurlond, og er ætlað teimum, ið hava ætlanir um at lesa hægri lestur í hesum londum. 
  • Stuðul í serstøkum førum í Norðurlondum. Henda skipan veitir stuðul í ávísum førum til livikostnað og í serstøkum førum til skúlagjald í Norðurlondum.
Hvør kann fáa stuðul?

Stuðul til lestur uttanlands verður eftir umsókn veittur teimum, ið eru lestrarvirkin og lúka treytirnar fyri fáa stuðul í Føroyum, og hava búð í Føroyum í minsta lagi: 

- tvey av teimum síðstu trimum árunum beint undan lestrarbyrjan, ella 

- helvtina av lívinum áðrenn lestrarbyrjan

ÚSUN

ÚSUN-skipanin er ein stuðulsskipan fyri føroyingar, ið taka útbúgvingar uttan fyri Norðurlond. Heitið ÚSUN stendur fyri ”útbúgvingarstuðul til lesandi uttan fyri Norðurlond”. Í lógini, ið kom í gildi 1. august 2007, er tó í ávísum førum møguleiki at veita henda stuðul í Norðurlondum.

Ferðastudningur

Endamálið við ferðastudninginum er at stuðla føroyingum, ið leita sær til onnur lond í útbúgvingarørindum, í at koma heim til Føroya eftir lokna útbúgvingartíð. Hetta verður gjørt við at stuðla fíggjarliga, soleiðis at tey lesandi og børn teirra hava møguleika at koma heim til Føroya eina ferð um árið. 

Verkætlanarstudningur

Endamálið við ferðastudninginum til verkætlanir er at stuðla lesandi føroyingum á hægri lærustovnum í Føroyum og uttanlands í sambandi við størri verkætlanir, ið skulu gerast í øðrum landi enn í lestrarlandinum. Hetta verður gjørt við at veita studning til ferðina millum lestrarlandið og landið, har verkætlanin skal gerast. 

Studningurin er tann skjalprógvaða upphæddin av ferð millum lond til vanligan ferðaseðlakostnað, tó í mesta lagi upphæddin fyri lesandi sbrt. talvuni um ferðastudningin.

 

Víst verður til "vegleiðing verkætlan", ið liggur undir"umsóknarbløð" ovast á síðuni.

Málslig fyrireikingarskeið

Henda skipanin veitir stuðul til málslig fyrireikingarskeið til hægri útbúgvingar í ikki enskt-talandi londum og er ætlað teimum, ið fara at lesa hægri lestur í hesum londum.

Stuðulin verður í fyrstu atløgu veittur sum lán til skúlagjald og lán til livikostnað. 

Til skúlagjaldið verður veitt lán, tó vanliga í mesta lagi kr. 20.000,00. Skúlagjaldið umfatar bert útreiðslur, ið hava beinleiðis við lesturin at gera. Til livikostnað verður veitt lán. Lánsupphæddin, ið verður veitt hvønn mánað er mánaðarliga studningsupphæddin, sum til eina og hvørja tíð verður veitt til hægri lestur í Føroyum – skúlaárið 2023/2024 er henda upphædd kr. 4.960,00. 

Stuðulin verður í mesta lagi veittur í 6 mánaðir, men er talan um heilt fremmant mál, kann stuðul veitast í upp til 1 ár.

Tað serliga við hesi skipan er, at um tú, innan 15 mánaðir eftir at málsliga fyrireikingarskeiðið er endað, fert undir hægri lestur á lærustovni, har høvuðsmálið er tað sama, sum tað var á málsliga fyrireikingarskeiðnum, verða lánini umløgd til studning. Umleggingin verður framd, eftir at tú hevur tikið próvtøkurnar á fyrsta lestrarári í útbúgvingini.

Serstøk føri í Norðurlondum

Vanliga fáa føroyingar, ið lesa í Norðurlondum, stuðul frá SU í Danmark. Tó kann Studni í ávísum førum veita stuðul til livikostnað í Norðurlondum, tá SU ikki veitir stuðulin, og talan er um hægri heiltíðarlestur. Stuðul til lesandi í Danmark verður veittur í samráð við ráðgevandi nevndina hjá Studna. Í hinum Norðurlondunum verður stuðulin veittur, um útbúgvingin er góðkend sum stuðulsheimilað av lestrarstuðulsstovninum í Norðurlandinum, har tann lesandi lesur. Umframt hetta kann Studni veita stuðul til skúlagjald í Norðurlondum í serstøkum førum, og bert tá talan er um hægri heiltíðarlestur. Serstøku førini eru avmarkað til tey førini, tá SU eisini veitir stuðul til skúlagjaldið.

Gevið gætur

Lesandi, sum fáa stuðul frá Studna, skulu beinanvegin boða Studna frá, tá ið tey gevast at lesa. Ov nógv útgoldin stuðul verður kravdur inn aftur beinanvegin. Tað er ábyrgdin hjá tí lesandi, at Studni fær fráboðanina.