Føroya Kærustovnur

Allar avgerðir, tiknar av Studna, kunnu kærast til Føroya Kærustovn, áðrenn 6 vikur eru gingnar eftir at boðað er frá avgerðini. Avgerðin hjá Føroya Kærustovni er endalig innan fyrisitingina. 

Kæran skal helst verða latin inn skrivliga eins og grundgivið eigur at verða fyri kæruni. Avrit av kærdu avgerðini skal leggjast við, umframt møgulig onnur skjøl av týdningi fyri kæruna. 

Tað er ókeypis at kæra, men kærarin má sjálvur bera møguligan kostnað, um hann undir kæruviðgerðini letur seg umboða av øðrum. 

Dentur verður lagdur á at avgreiða kærumálini skjótast til ber, men m.a. orsakað av krøvunum til málsupplýsing og partshoyring má roknast við, at uml. 2 1/2 mánaðir ganga, áðrenn Føroya Kærustovnur kann taka avgerð á fullgóðum grundarlagi. Undir viðgerðini gevur Føroya Kærustovnur kæraranum leypandi kunning um gongdina í kærumálinum. 

Kærur skulu sendast til: 

Føroya Kærustovnur 
Undir Hornabakka 
Postboks 45 
110 Tórshavn
Email: fks@fks.fo

 

Kæruavgerðir

Her ber til at síggja ónavngivnar avgerðir tiknar av Føroya Kærustovni.