Hvar og hvat skal eg lesa?

Heimurin fyri tær opin - tað kanst tú gera tær gagn av. Møguleikarnir fyri at fara uttanlands eru nógvir. Tað ber bæði til at flyta uttanlands, at lesa í Føroyum og taka skiftislestur uttanlands, og lesa umvegis fjarlestur. Valið er títt. Vit hava samlað kunning um millum annað val av útbúgving, um hvussu landið er sum lestrarland og praktisk viðurskifti, tá tú skalt flyta uttanlands.

Síðan er deild upp út frá landi. Finn tað landið tú umhugsar at lesa í, trýst á +, so opnar ein síða við hentum leinkjum. 

 

CPR-nummar og Nemid tá tú fert uttanlands

Hvat skal eg vita áðrenn eg fari avstað?

Lestur í Danmark

Tá tú sum føroyingur flytir til Danmarkar, skal tú fyrst og fremst fara til Borgerservice-skrivstovuna á kommununi, sum man flytir til, og boða frá flytingini til kommununa. 

  • Um tú ikki hevur danskt CPR-nummar skal tú søkja inn á skúla, kanst tú gera tað her. Trýst á "Har du ikke Nem-id". So biður tú um eitt login. 
  • Um tú hevur danskt CPR-nummar kanst tú fáa Nem-ID beinanvegin, um tú ikki hevur tað. Tú fært títt nemid á Borgerserice, har tú skal hava eitt vitni við tá tú fært tað útleverað. Les meir her. Minst til at boða frá flyting innan 5 dagar frá tí tú ert komin til Danmarkar. 
  • Um tú ikki hevur danskt CPR-nummar, fært tú eitt so skjótt tú boðar frá flyting til eina danska addressu. Hetta gert tú við at fara á Borgerservice ið er í tí kommununi ið tú skal flyta til. Har er viðmælt at tú fært tær Nem-ID, ið kann brúkast til millum annað almennar stuðulsskipanir so sum SU, netbanka, rejsekort osv. 

Lestur uttanfyri Danmark

  • Um tú skal lesa uttanfyri Danmark og hevur danskt CPR-nummar og hevur havt addresssu, sum er skrásett í Folkeregisteret í Danmark, kanska tí tú er fødd/ur ella hevur verið á skúla í Danmark fyrr, kanst tú søkja um Nem-ID her. Eftir at tú hevur bílagt Nem-id, kanst tú fáa tað útflýggjað hjá Ríkisumboðnum í Tórshavn. Eisini kanst tú seta teg í samband við tín peningastovn, og vita um tey kunnu hjálpa tær við at fáa Nemid. Eisini kanst tú fáa Nemid útflýggja á donsku sendistovuni í tí landinum tú er. Minst til at hava pass ella koyrikort við, har CPR-nummari framgongur.
  • Um tú ikki hevur eitt CPR-nummar, ber tað sum nú er, ikki til at fáa eitt CPR-nummar meðan tú ert tú Føroyum. Sí longur niðri á síðuni.

At søkja um studning tá tú ynskir at lesa uttanfyri Danmark

Tá tú velur tær eina útbúgving uttanfyri Danmark, skalt tú fyrst kanna um útbúgvingin er á fast track listanum.

  • Um úbúgvingin er á listanum, merkir tað, at hon er SU góðkend.
    • Um tú hevur CPR-nummar og Nemid, søkir tú um SU her.
    • Um tú hevur CPR-nummar, men ikki danskt Nemid søk so um at fáa eitt Nemid, tí tað er skjótari og lættari at søkja og samskifta við SU soleiðis. Tú kanst tú søkja um Nem-ID her. Eftir at tú hevur bílagt Nem-id, kanst tú fáa eitt fyribils loyniorð útflýggjað hjá Ríkisumboðnum í Tórshavn. Eisini kanst tú seta teg í samband við tín peningastovn, og vita um tey kunnu hjálpa tær við at fáa Nemid. Eisini kanst tú fáa Nemid útflýggja á donsku sendistovuni í tí landinum tú er. Minst til at hava pass ella koyrikort við, har CPR-nummari framgongur.
    • Um tú ikki hevur CPR-nummar ella Nemid skal tú søkja manuelt. Sí meir her.
  • Um útbúgvingin ikki er á fast-track listanum skalt tú søkja um at fáa hana á listan. 
    • Um tú hevur CPR-nummar og Nemid, gert tú tað soleiðis
    • Um tú ikki hevur CPR-nummar ella Nemid, skalt tú søkja manuelt, og tað gert tú soleiðis. Tá ið søkt verður um SU skal ein váttan um bústað viðleggjast, tú fært váttanina frá kommununi ið tú býrt í nú. Tað skal vera ein váttan ið vísur, at tú hevur búð í Føroyum í samanhangandi seinastu 2 árini ella helvtina av sínum lívi til samans. Tú skal eisini leggja eitt kopi av passinum við. Eisini skalt tú útfylla eina “tro og love” váttan, ið váttar at tú ikki hevur annan statsborgaraskap. Tann váttanin er her: http://www.su.dk/media/1281/tro-og-love.pdf

Tá útbúgvingin endliga er góðkend, kanst tú søkja um SU.

Legg til merkis, at um tú lesur tú uttanlands, fært tú við at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum somu skattafyrimunir sum heimalesandi, tá ið tú t.d. kemur heim at arbeiða í feriunum.
Minst eisini til at seta teg í samband við SKAT í Danmark og fyribilsskráset teg (fyri at sleppa undan at gjalda ov nógvan skatt) og send eina skattaváttan, ið tú fært frá TAKS í Føroyum, til SKAT í Danmark.

Útbúgvingar um allan heim

Norðurlond

Norðurlond sum heild

UArtic - norðurlendskt og arktiskt samstarv millum útbúgvingar.

Info Norden - kunning um Norðurlond. 

Leitimaskina við útbúgvingum í Evropa. 

Danmark

Uddannelsesguiden - ein síða við kunning um útbúgvingar í Danmark og útlandinum.

eVejledning - Online vegleiðing frá Uddannelsesguiden.

optagelse.dk - upptøkustovnurin í Danmark. Freistin fyri at søkja inn til hægri lestur er 15. mars kl. 12 til kvotu 2, og 5. juli kl. 12 til kvotu 1. 

Uddannelses- og Forskningsministeriet - Her finnur tú m.a. Eksamenshåndbogen og mannagongdir, fyri at fáa útlendskar útbúgvingar góðkendar.

Kvota 2 í Danmark.

Vegleiðing til umsókn umvegis kvotu 2.

Study in Denmark - ein síða um Danmark sum lestrarland á enskum.

ISIC - ein síða um Danmark sum lestrarland á donskum, harav kunning um lestarrlív, bústað, upplivingar og onnur góð ráð til lesandi. 

SU - studningur í Danmark.

Yvirlit yvir lestraríbúður/kømur 

Ráðgevingin í Danmark - Ráðgevingin veitir føroyingum hjálp og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum í Danmark. 

Info Norden - ein síða um at flyta, lesa og búgva í Danmark.

Karrierevejviser 

 

 

Finnland

Study in Finland - ein síða sum lýsur Finnland sum lestrarland á enskum. 

At lesa í Finlandi. 

studyinfo.fi - útbúgvingarleitimaskina og annað í Finnlandi. Freistin at søkja inn til hægri lestur í 2019 er frá 20 Mars til 3. apríl.

Center for International Mobility (CIMO) - Kunning um útbúgvingar í Finnlandi.

Útbúgvingarskipanin í Finnlandi. 

Info Norden - ein síða um at flyta, lesa og búgva í Finnlandi. 

gribverden.dk - kunning um Finnland sum lestrarland. 

 

Føroyar

les.fo - síða um útbúgvingar, stuðul og útbúgvingarstovnar í Føroyum. 

les.fo - um hægri lesnað í Føroyum. Freistin fyri kvotu 2 er 15. apríl kl. 24.00 og fyri kvotu 1 er 1.juli kl. 24.00.

les.fo - um yrkisútbúgvingar í Føroyum. 

les.fo - um miðnámsskúlaútbúgving í Føroyum. 

les.fo - um útbúgvingar til vaksin í Føroyum. 

les.fo - um fjarðlestur.

Um kvotu 1 og 2. 

gribverden.dk - ein síða um at lesa í Føroyum.

Info Norden -  ein síða um at flyta, lesa og búgva í Føroyum. 

Grønland

Sunngu.gl - útbúgvingar leitimaskina fyri útbúgvingar, lestrarlív og bústaður í Grønlandi.

sullissivik.gl - her finnur tú umsóknarbløð. Freistin fyri at lesa hægri lestur er 1. mars.

Útbúgvingar stuðul í Grønlandi.

gribverden.dk - um Grønland sum lestrarland á donskum. 

Info Norden -  ein síða um at flyta, lesa og búgva í Grønlandi. 

 

Ísland

study.iceland.is - eitt yvirlit yvir universitet í Íslandi. Eisini kanst tú lesa um at lesa, liva og annað praktiskt við at búgva í Íslandi. 

Útbúgvingar ið verða bjóðaðar út í Íslandi 

Altjóða Skrivstovan í Íslandi - kunning um útbúgvingar í Íslandi, eisini um útbúgvingar sum venda sær til útlendskar studentar.

gribverden.dk - um at lesa í Íslandi. Ein síða á donskum. 

Info Norden -  ein síða um at flyta, lesa og búgva í Íslandi. 

Í Íslandi er ikki ein sentralur upptøkustovnur, men man søkir beinleiðis til skúlan. Freistin til at søkja inn er millum 15. mars og 1. juni, alt eftir hvønn stovn tú søkir inn á. 

Noreg

Samordna opptak - upptøku stovnurin í Noregi. Umsóknarfreistirnar til upptøku til hægri lestur er 15. apríl.

utdanning.no - Norski útbúgvingarportalurin.

Study in Norway - síða um Noreg sum lestrarland á enskum.

studentertorget.no - um Noreg sum lestrarland.

studere i Norge - eins síða um at lesa í Noreg. 

gribverden.dk - um at lesa í Noreg á donskum. 

Info Norden -  ein síða um at flyta, lesa og búgva í Noregi. 

sio.no - lestraríbúðir í Noreg.

studentertorget.no - lestraríbúðir í Noreg.

ssn.no - lestraríbúðir í Noreg.

hybel.no - íbúðir til leigu í Noreg. 

finn.no - Norska torg.fo 

 

Svøríki

antagning.se er har tú søkir um upptøku til hægri lesnað í Svøríki. Umsóknarfreistirnar til upptøku á universitetunum og lærdu háskúlarnar í Svøríki er 15. apríl til lestur á heysthálvuni og 15. oktober til lestur á várhálvuni.

At flyta til Svøríkis.

Universitets- och högskolerådet (UHR) er ein myndugleiki í samband við mál viðvíkjandi universitet og hægri lærustovnar.

AllaStudier.se er ein leitimaskina um útbúgvingar í Svøríki.

studera.nu er ein leitimaskina um útbúgvingar í Svøríki.

sweden.se ein síða á enskum um Svøríki.

oresunddirekt.com er ein heimasíða til danir/føroyingar, við kunning um at fara til Svøríkis at lesa.

Study in Sweden - ein síða um Svøríki sum lestrarland á enskum. 

gribverden.dk - ein síða um at lesa uttanlanda. 

Info Norden -  ein síða um at flyta, lesa og búgva í Svøríki. 

Áland

Info Norden -  ein síða um at flyta, lesa og búgva í Álandi. 

Europa

Evropa sum heild

Eurydice - Kunning um útbúgvingar í Evropa

Eures - Leitimaskian til útbúgvingar og arbeiði í Evropa, leita eftir máli, støði, landi og ella lærugrein

Study in Europe - Finn Bachelor og Master skeið í Evropa

Leitimaskina fyri útbúgvingar í Evropa. 

Eysturríki

Study in Austria - um Eysturríki sum lestrarland. 

Frakland

Campus France - leitimaskina til útbúgvingar í Fraklandi og annað.

Study in France - ein síða um Frakland sum lestrarland. 

Study in France - ein undirsíða hjá Study in Europe. Ein síða um Franland sum lestrarland. 

Ambassade de France à Copenhague - Franska sendistovan í Danmark.

CampusFrance - Fronsk skrivstova til altjóða flytføri.

Cnous Crous - Vælferðartænasturnar hjá studentafelagsskapinum í Fraklandi.

Italia

Citta della Scienza - Lestrarvegleiðingarmiðstøð í Italia

Italien Information Service - Italski mentanardepilin í Keypmannhavn

Study in Italy - Um at lesa í Italia

 

Írland

Education in Ireland - Alt um útbúgvingar í Írlandi og somuleiðis ein leitimaskina

CAO - Central Application Office, Ireland. Upptøkustovnur í Írlandi

Litava
Niðurlond

Nuffic - Útbúgvingarsamskipan í Niðurlondum við kunning um útbúgvingar.

Study in Holland - um Niðurland sum lestrarland og mangt afturat. 

Pólland

Go! Poland - leitimaskina til útbúgvingar í Pólandi.

Um Póland sum lestrarland - Uddannelses- og forskningsministeriet

Medisinutdanning.no - vegleiða lesandið ið vilja til Póllands at lesa tannlækna ella medicin. 

Pomorski Uniwersytet Medyczny W Szczecinie - Universitet í Póllandi.

ANSA - ein norsk síða við vegleiðing um at lesa í Póllandi. 

Vegleiðing til at søkja inn til tannlækna ella medisin í Póllandi. GG. Tak eitt kopi av øllum tú sendir til universiteti áðrenn tú sendir tað avstað. 

 

Spania

Soleiðis søkir tú inn

Ein síða frá Danska Uddannelses- og forskningsministeriet um sponsku próvtalsskipanina

Um Spania sum lestrarland - studentum.dk

Um Spania sum lestrarland - Uddannelses- og forskningsministeret

Skráseting á UNED

Spanska utbúgvingarmálaráðið

Spain Exchange - Síða um at kalla allar útbúgvingarnar í Spania

Universia España - Síða fyri útlendskar studentar í Spania

Enforex - Lærið spanskt í Spania

Study in Spain - um Spania sum lestrarland. 

Stóra Bretland

At lesa í Bretlandi.

Stóra Bretland sum lestrarland - Uddannelses- og forskningsministeriet

UCAS - Universities and Colleges Admission Service ein síða um at lesa og søkja inn til Hægri lestur í Stóra Bretlandi. Fyrsta freist er 15. januar 2019, frá tá nú av er tað først til mølle. Les annars meir her

Vegleiðing til UCAS umsókn.

Videovegleiðing til UCAS umsókn.

Hevur tú fingið svar frá UCAS, kanst tú síggja ymisku svarini her

British Council - Lestrarvegleiðing í Stóra Bretlandi.

Gabbitas - stovnur ið kann vegleiða um útbúgvingar í Stóra Bretlandi.

Naric - hjálp til umrokning av karakterum.

Study in uk - hjálp til at søkja inn á universitet í Stóra Bretlandi. 

Study UK - British Council - hent síða til at søkja lestur, búgva og annað í Stóra Bretlandi

Bretska Undirvísingarmálaráðið

Study in Scotland - Um útbúgvingarmøguleikar í Skotlandi

UKCISA - vegleiðing til útlendskar studentar í Stóra Bretlandi

The Guardian - University Guide, ein rankinglisti av universitetum.

The Quality Assurance Agency for Higher Education 

RIB - Student's Guide to Finding Accommodation - Hjálp til at finna bústað í London.

IELTS - góðkend roynd í enskum

 

Sveis

Swissuni - Kunningarsíða hjá sveisisku universitetunum.

Swiss universities - ein síða um at søkja skúla og annað í Sveis. 

The complete University Guide - Study in Switzerland - um Sveis sum lestrarland, yvirlit yvir universitet og annað.

Týskland

Goethe-Institut - Vegleiðing um týskar útbúgvingar.

Týski studentafelagsskapurin - Kunning um íbúðir, stuðul, fígging og mangt annað.

Campus Germany - Síða við stórt sæð øllum tí, sum er vert at vita (og helst nógv afturat!) um Týskland sum lestrarland.

Ungarn

Onnur lond

Avstralia

Department of Education - Avstralska útbúgvingarmálaráðið.

Avstralia sum lestrarland - Uddannelses- og forskningsministeret

Studying in Australia - Almenna útbúgvingarheimasíðan hjá avstralsku stjórnini.

StudyLink - Um lestrarmøguleikar kring heimin eisini Avstralia.

edu.dk - Tey hjálpa donskum ríkisborgarum, sum ætla sær at lesa í Avstralia og Ný Sælandi.

 

 

Japan

Um Japan sum lestrarland - Uddannelses- og forskningsministeriet

Japan Student Services Organization - Síða hjá japanska studentafelagnum

 

Kanada

Um Kanada sum lestrarland - Uddannelses- og forskningsministeriet

StudyCanada - Lestrarvegleiðing um Kanada.

StudyinCanada - ein síða um Kanada sum lestrarland.

Canada International - Kunningarsíða hjá kanadisku stjórnini um Kanada.

Studying in Canada - ein síða um Kanada sum lestrarland.

Ný Sæland

Education in New Zealand - Um útbúgvingar í Ný Sælandi.

Ný Sæland sum lestrarland - Uddannelses- og forskningsministeret

New Zealand Educated - Leitimaskina til útbúgvingar í Ný Sælandi og kunning um landið.

edu. - hjálp til danskar ríkisborgarar, sum ætla sær at lesa í Avstralia og Ný Sælandi

USA

Um USA sum lestrarland - Uddannelses- og forskningsministeriet

Embassy of the United States - Amerikanska sendistovan í Keypmannahavn.

CollegeBoard - Kunning um universitet í USA, millum annað um fíggingarmøguleikar.

Um at fáa visum

Ranking - Um hvørji universitet eru tey bestu í USA, sambært USnews.

Petersons - Leitimaskina til útbúgvingar í USA.

USNEI - Amerikanskt netverk við kunning um útbúgvingartilboð hjá U. S. Department of Education.

Edupass - The SmartStudent Guide to studying in the USA.

Education USA - Góð leitimaskina til útbúgvingar í USA.

Danmark Amerika Fondet/Fulbrightkommissionen - Sera góð og viðkomandi síða um USA sum lestrarland.

BigFuture - Get ready for college - studentarskúl í USA.

Suður Afrika

Educations - síða um útbúgvingar her er Suður Afrika vald. 

Top Universities - Um universitet í Suðurafrika. 

Fjarlestur

Fjarlestur

Fjarlestur er ein lestrarháttur, sum er í stórari menning. Útboðið økist við nýggjum tilboðum til tey áhugaðu. Flestu útbúgvingarstovnar hava fleiri ymisk tilboð til tey, sum ætlað sær at lesa sjálvi, tað verið seg heilar útbúgvingar ella partar av eini útbúgving. 

Hættirnir ið eru brúktir eru ógvuliga ymiskir. Talan kann vera um beinleiðis sjálvlestur, har tann lesandi bert er innskrivaður, og bara møtir til kravd skeið og til próvtøku. Í øðrum førum kann undirvísingin í stóran mun vera um telduna (e-learning) tað verið seg bólkaundirvísing ella tvívegis samskifti av ymsum slagi. Í summum førum má tann lesandi møta til ávísa undirvísing í semestrinum, har t.d. bólkauppgávur vera gjørdar og mettar. Gev gætur, at tað ikki er altíð at fjarlestur er stuðulsheimilaður, so tað mást tú kanna út frá hvørjari einkultari útbúgving og útbúgvingarstovni. 

Fjarlestur kann vera sera strævin, og tað krevur stóran sjálvsaga at koma ígjøgnum, samstundis er tað ógvuliga fleksibult og er væl hóskandi til eitt fjarskotið oyggjaland.

Niðanfyri eru ymisk leinki, sum kunnu vera áhugaverd hjá tí, sum ætlar sær undir fjarlestur. Spyr tó eisini á teimum einstøku stovnunum, hvørjir møguleikar eru fyri fjarlestri.

Soleiðis søkir tú um studning uttanlands

Tá tú hevur funnið dreymaútbúgvingina er næsta stig at søkja um studning. Her er ein vegleiðing, ið vísir hvussu tú gert.