Um studna

Studni er ein fyrisitingarlig eind í Undirvísingarstýrinum

Studni umsitur lestrarstuðulin til lesandi í Føroyum umframt ferðastuðul til lesandi uttanlands og ÚSUN, sum er stuðul til lesandi uttan fyri Norðurlond. Yvirskipaða kunningin og vegleiðingin um útbúgvingar- og stuðulsmøguleikar í Føroyum og uttanlands, er eisini staðsett á Studna.

Nógv tann størsti parturin av stuðlinum, ið Studni letur, verður latin til lesandi í Føroyum. Afturat stuðulinum til lesandi í Føroyum umsitir Studni ávísar stuðulsskipanir, ið veita stuðul til føroyingar uttanlands, t.d. ferðastudningin og ÚSUN-stuðulin. 

Núgaldandi lóg er løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul við seinni broytingum. 

Virksemið er munandi økt, síðani stovnurin byrjaði í 1988, og í løtuni eru umleið 8.000 virknar sakir á Studna. Peningarenslið er umleið 130 mió. kr. – útreiðslujáttanin er umleið 120 mió. kr. og inntøkujáttanin er umleið 10 mió. kr. Í dag starvast 7 fólk á Studna: 4 málsviðgerar, fíggjarfulltrúin, útbúgvingarvegleiðarin og leiðarin – talan er um 6 ársverk. Studni húsast á Hoyvíksvegi 72 í Tórshavn.

Aðrir lestrarstuðulsstovnar
 
ASIN - Samstarv millum norðurlendsku lestrarstuðulsstovnarnar
 
SU (DK)
 
Lanekassen (NO)
 
CSN (SE)
 
FPA (FI)
 
SUNNGU (GL)
 
AMS (AX)
 
SAAS (UK)
 
LIN (IS)