Ofta settir spurningar

1: Hvat skal eg hugsa um, um eg ætli mær at lesa í útlandinum?
  • Tað skal vera ein orsøk til, at tú ætlar tær at lesa í útlandinum.
  • Hugsa um, hvat tað er sum hugtekur teg.
  • Kanna útbúgvingarmøguleikarnar gjølla. Spyr teg fyri á fleiri støðum. Bílegg kunningartilfar. Um tað ber til so vitja staðið og tosa við fólk sum kenna til viðurskiftini.
  • Hvørji málslig og faklig krøv eru? Lúki eg tey?
  • Byrja fyrireikingarnar í góðari tíð – helst eitt ár fyri lestrarbyrjan.
  • Klári eg at vera burtur og klári eg meg sjálvan?
  • Klári eg tað fíggjarliga ella skal eg søkja grunnar og/ella taka lán?
  • Kann útbúgvingin brúkast har, sum eg ætli mær at brúka hana?!
  • Tosa við onnur, sum hava roynt okkurt líknandi og/ella við ein lestrarvegleiðara.
2: Eru nakrir vansar við at lesa í útlandinum?
  • Tað ber ikki til at vera í tveimum støðum samstundis, tí ber ikki til at fylgja við í øllum sum hendir í Føroyum, meðan tú ert í útlandinum.
  • Tað kann taka longri tíð at lesa í útlandinum, tað kann eisini taka styttri tíð.
  • Tað kann vera dýrari, men tað kann eisini vera bíligari.
  • Tað kann vera trupult at venja seg við nýggja landið og tað kann vera næstan líka ringt at koma heimaftur. Nógv fáa sonevnd ”kultursjokk”.
  • Útbúgvingin kann møguliga ikki brúkast í Føroyum á tann hátt tú ynskir tær. Hetta er tó ikki vanligt.
3: Skal eg hava gott prógv fyri at lesa í útlandinum?

Tað er altíð gott at hava eitt gott prógv, men tað er ikki altíð neyðugt við høgum próvtølum, fyri at sleppa inn.

  • Tað er ymiskt frá útbúgvingarstaði til útbúgvingarstað, hvørji krøv tey seta til upptøku og harvið prógvini. Tað er millum annað ein spurningur um áhuga og tal á umsóknum.
  • Summar útbúgvingar hava serligar altjóða kvotur, sum gera tað lættari hjá útlendingum, enn hjá teirra egnu studentum at verða tiknir upp til lestur.
  • Summi søkja til útlandið, tí tey sleppa ikki inn í Danmark.
  • Tú skalt søkja tað útbúgving, sum tú ynskir tær og tú skal gera tær stóran ómak við umsóknini.
  • Skriva eitt gott og spennandi 'personal statement'.
  • Vís stóran áhuga og eldhuga í allari umsóknartilgongdini, tú kanst til dømis seta teg beinleiðis í samband við útbúgvingarstovnin, við t-posti, telefon ella møguligari vitjan.
  • Áhugi fyri máli og góð málslig evnir kunnu vera avgerandi fyri at fáa fylgt við í fyrstuni.
  • Jú betri prógv, jú lættari at koma inn á júst ta útbúgvingina, sum tú ynskir tær.
4: Hvat universitet er tað besta?

Tað ber illa til at svara hesum spurningi, tí ringt er at samanbera universitetini.

Tað veldst um, hvat tú ætlar tær at lesa, hvar tú ætlar tær at lesa og hvat endamálið við útbúgvingini hjá tær er.

Tað sum er besta loysnin fyri ein, er møguliga ikki tað besta fyri onkran annan.

Tað eru nakrir rankinglistar, serliga á internetium og serliga í teimum ensktmæltu londunum. Hesir skulu brúkast við fyrivarni. Teir kunnu vera gamlir og byggja oftani á grundarlag, sum kann vera sera skiftandi frá universiteti til universitets og oftani byggja teir á upplýsing frá universitetunum sjálvum.

Minst til tað er ikki altíð samband millum góðsku og stóran kostnað!

Nýt vit og skil, tá ið tú lesur kunningartilfar frá útbúgvingarstøðunum.

USA: 

US news, um bachelorútbúgvingar

US news, um masterútbúgvingar

Stóra Bretland:

Financial Times - meting av business school útbúgvingum

The Complete University Guide - um útbúgvingar í Stórabretlandi

Times Higher Education - meting av útbúgvingarstovnum

Italia:

La Repubblica - síðan er á italskum

Týskland:

Humboldt-Foundation - gransking á týsku stovnunum

Um allan heim:

Top University Rankings

5: Skal eg taka roynd í fremmanda málinum?

Tað veldst um, hvørji krøv útbúgvingarstovnurin setur og um málsligu førleikarnar hjá tær.

  • Í Norðurlondum eru ikki serlig krøv til mál.
  • Í ensktmæltum londum er A-stig í enskum nóg mikið summastaðni, aðra staðnis krevja tey ein test so sum TOEFL ella IELTS. IELTS kann takast í Føroyum, vanliga í Mai.
  • Í ikki enskt mæltum londum er sum oftast neyðugt at ganga til undirvísing í málinum, áðrenn mann lýkur málsligu krøvini at sleppa undir lesturin.
  • Set teg í samband við útbúgvingarstaðið í góðari tíð, tey vita hvørji krøv eru til júst tær einstøku lærugreinarnar og útbúgvingarnar.
  • Kanna hendan spurningin í góðari tíð, tað kann vera drúgt at taka málsligu royndina.
6: Eru útbúgvingarstøð, sum undirvísa á enskum í ikki ensktmæltum londum?

Ja, og tey vaksa alsamt í tali.

  • Hetta er galdandi bæði í Norðanlondum og kring heimin.
  • Fleiri bretsk universitet hava deildir uttanfyri Stóra Bretland.
  • Fleiri asiatisk universitet hava enskar útbúgvingar burturav.
  • Útbúgvingarstøðini geva á hvørjum ári út hefti ella hava slóðir til skeiðini sum eru á enskum, og eisini hvussu nógv ECTS-stig tú fært fyri tey einstøku skeiðini.
7: Reglurnar um upptøku í útlandinum eru torførar, hvussu skilji eg tær?

Ja, tað er trupult at skilja allar tær ymsu styttingarnar og tað kann vera torført at umseta tær beinleiðis til føroyskt ella danskt. 

  • Sum eina meginreglu kann ein rokna við, at krøvini eru á leið tey somu sum hjá okkum, tvs. ein miðnámsútbúgving við toluliga góðum miðaltali. Harafturat kunnu vera nøkur heilt ítøkilig krøv, sum kunnu vera sera torfør at fáa greiðu á. Oftast er besti hátturin bara at søkja um upptøku og so vita hvat hendir. Til ber eisini at skriva teldupost og stutt greiða frá tínum royndum, lærugreinum og próvtølunum, so kunnu tey kanska siga hvørjar møguleikar tú hevur.
  • Tú skal ikki rokna við, at tað er lættari at sleppa inn á universitet í útlandinum enn tað er í Danmark, men tað eru støð ella einstakar útbúgvingar har munur kann vera. Nøkur universitet leggja størri dent á próvtølini í ávísum lærugreinum heldur enn miðaltalið. 
  • Tú skal rokna við. at tú noyðist at taka eina málroynd í enskum, td. IELTS. Í nøkrum førum ber til at fáa undantak, um tú hevur enskt á A-støði ella góða karakter á B-støði.
8: Hvønn tuition fee-status hava føroyingar í Stórabretlandi?

Síðan ár 2007 hava Føroyingar fingið EU-Status.

Ein stytting av Bretsku lóggávuni sigur:

"EU 'overseas territories' are extended the same rights as EU nationals.

Faroese nationals who come to England to study are by virtue of their status as nationals of an EU overseas territory eligible to apply for payment of EU tuition fees only.

Faroese nationals who come to Scotland to study are by virtue of their status as nationals of an EU overseas territory eligible to apply for payment of EU tuition fees only, provided they are applying for a full time course and plan to graduate in Scotland"

Tað merkir, at føroyingar hava EU status, og eru ikki international students. Tað merkir at skúlagjalið fyri føroyingar er munandi lægri. Les meir um hvussu tú kann søkja um stuðul til skúlagjaldið her.

9: Hvussu finni eg bústað í landinum har eg fari at lesa?

Frakland
Svenska Studenthemmet i Paris / Maison des Etudiants Suédois 

Húsini húsa upp til 100 lesandi frá allari verðini hvørt ár.

Stóra Bretland

  • Um tú søkir í góðari tíð, so tryggjar universitetið oftast bústaðin fyrsta árið, tú skalt søkja um hetta tá tú tekur av lestrarpláss.
  • Annars eru síður so sum Accommodation for students.com fyri alt stórabretland
  • Eitt privat kollegie í 26 býum - Unite student living
  • Eitt yvirlit yvir summar útleigu organisatiónir: HN
  • Googla annars "student accomodation" og "lestrar býin"

USA
The Capstone Companies

Onnur lond
Homestay.com (Kanada)
Roommate Locator (Allur heimurin)

Danmark
Okkara ráð eru, at tú skalt søkja í góðari tíð. Tað er ymiskt, hvussu regluranr eru fyri, nær ein kann søkja, men vanligt er, at ein kann søkja kollegii eitt ár frammanundan, at útbúgvingin byrjar. Á flestu kollegium kanst tú flyta inn upp til tríggjar mánaðir áðrenn lestrarbyrjan. Eisini mæla vit tær til at søkja so nógv kollegiir sum møguligt, altso ikki vera kræsin. Summi kollegiir hava sera langar bíðilistar. 

GG! Legg til merkis, at reglurnar eru ymiskar, alt eftir hvar tú leitar eftir íbúð. 

Tað eru nógv leinki um kollegiir í Danmark. Tó kanst tú fáa eitt samlað yvirlit á Uddannelses Guiden á Om at finde en bolig.

Kanska tú eisini kanst hugsa um onnur sløg av íbúð, t.d. privata leigu, búfelagsskap, lutaíbúðir, at framleiga íbúð, eigaraíbúð.

Hentar heimasíður eru:

Findbolig.nu - Íbúðir um alt Danmark
BoligButikken - Íbúðir í høvuðsstaðarumráðnum
Lejebolig - Íbúðir um alt Danmark
Boligdeal - Íbúðir í Danmark
Boligønsker - Íbúðir í Danmark

10: Hvussu flyti eg til eitt annað Norðurland?

Á heimasíðuni Info Norden fært tú at kalla alla kunning, sum er neyðug hjá teimum, sum skulu flyta til eitt annað Norðurland. Síðan er á øllum norðurlendsku málunum uttan føroyskum, grønlendskum og samiskum.

11: Hvussu er við skatti og SU í útlandinum?

Tá tú fært SU og býrt uttanfyri Danmark er umráðandi at gera soleiðis:

  1. Seinast í kalendaraárinum skalt tú senda "forskudsregistrering" til skattakontórið í komununi, sum tú ert knýtt/knýttur at. Hetta kann vera gjørt við einum serligum oyðublaði ella um talan bara er um SU inntøku kann tú senda ein teldupost við upplýsingunum.
  2. Fá skattamyndugleikarnar í Føroyum at skriva oyðublaðið: Bopæls-og skatteforhold (Residence and tax liability) til donsku skattamyndugleikarnar og bið um at sleppa undan at gjalda skatt av SU í Danmark. Um tú ongantíð hevur búð í Danmark skalt tú venda tær til:  Skattecenter København, Sluseholmen 8B, 2450, København SV.,Tlf: (+45) 7222 1818 
  3. Les eisini um at varðveita fulla skattskyldug í Føroyum á heimasíðuni hjá Ráðgevingini í Føroyahúsinum.
12: Krevst visum, um mann skal lesa í Stóra Bretlandi?

Um tú hevur reytt pas: Nei

Um tú hevur grønt pas: JA!

Øll sum hava grønt pass og sum ætla sær at vera longri enn 6 mánaðir í Stóra Bretlandi skulu søkja um "Entry Clearance".

Frá hálvum november 2005 eru nýggjar reglur komnar um innferðaloyvi til Stóra Bretlands, hesar reglur eru bara galdandi fyri tey, sum hava grøn pass og sum ætla sær at vera í Stóra Bretlandi í longur enn 6 mánaðir, t.d. í samband við lestur. Tey sum hava grønt pass, skulu nú hava "Entry Clearance".

Boðini frá bretsku sendistovuni komu 1. desember 2005 og eru hesi:

If a Faroese inhabitant carrying a green Faroese/Danish passport wants to study in the UK for more than six months, they will need to apply for entry clearance. If the Faroese national is a holder of the Danish citizen passport with an EU marking on it, then there is no need to apply for entry clearance, however they will need to contact the home office to inform them of their intention to stay longer than six months, so that a residence permit can be issued.

Við grønum passi fært tú “ENTRY CLEARANCE” á bretsku sendistovuni í Keypmannahavn, tú skal senda umsókn saman við viðkomandi skjølum ella skalt tú fara á sendistovuna. Skjølini talan er um, eru upptøkubrævið frá universtitetinum í Bretlandi, bræv frá SU og ÚSUN um at tey rinda skúlagjald og studning. Tað kostar £85 at fáa "Entry Clearance". Lesið meira her. Her er eitt oyðublað, sum tú skalt fylla út í samband við umsóknina. 

Alternativið er at fáa sær eitt reytt pass, tá nýtist ein ikki "Entry Clearance".

13: Hvat er ein NemKonto?

Pengar frá tí almenna í Danmark verða fluttir á eina sonevnda NemKonto, hetta er t.d. galdandi fyri stuðul frá SU. Ein NemKonto er ein púra vanlig peningastovnskonta, sum tú longu hevur, tað kann td. vera lønarkontan hjá tær.

Frá 15. august 2005 hevur borið til at sagt frá hvør tín NemKonto er, tað kann vera í einum donskum ella føroyskum peningastovni. Tað ger tú við at ringja til peningastovnin og upplýsa danska CPR-nummarið hjá tær.

Lesið meira á heimasíðuni hjá Nemkonto ella á heimasíðuni hjá Betri BankaBank Nordik, Suðuroyar Sparikassa ella Norðoyar Sparikassa.

14: Ber til at fáa stuðul til málskúla í samband við hægri lestur?

Eins og í Føroyum kanst tú vinna eina ávísa upphædd - kanska 50.000 DKK - uttan at rinda skatt í Stóra Bretlandi. Tú fært meiri at vita við at trýsta á hesa slóðina HM Revenue & Customs.

15: Hvørji universitet eru góðkend í Stóra Bretlandi?

Sí nærri

Financial Times - meting av business school útbúgvingum

The Complete University Guide - um útbúgvingar í Stórabretlandi

Times Higher Education - meting av útbúgvingarstovnum

16: Kann man lesa hægri lestur uttan eina miðnámsútbúgving?

Ja

Í Stóra Bretlandi ber til at fara á eitt atgongugevandi skeið í Summarferiuni ið gevur atgongd til flest allar* útbúgvingar á universitetinum ið tú tekur skeiðið hjá. 

Fyrireikingarskeiðið er skipað sum undirvísing við royndum og uppgávuhandan, hetta fyri at vita um tann lesandi hevur nóg góða førleikar til hægri lestur.

Tað ber til at taka skeiðið sum intensivt skeið í summarferiuni ella sum kvøldskúlaskeið 2 kvøld um vikuna yvir vetrarhálvuna.

Sjá heimasíðurnar hjá universitetinum.

Gev Gætur, fyrireikingarskeiðið gevur ikki atgongd til onnur universitet enn júst tað sum tú tekur fyrireikingarskeiðið hjá.

*undantøk eru, so sum medicin oa.

17: Kann mann búgva í Føroyum og fáa danskt SU?

Ja, tað kann mann.

Mann kann búgva í Føroyum og fáa danskt SU, um mann er innskrivað/ur á einari SU-góðkendari útbúgving í Danmark.

Mann skal tó hava danskt CPR.nr, um mann skal móttaka SU. Um mann ikki hevur danskt CPR.nr. kann mann fylgja vegleiðing frá SU-styrelsen niðanfyri:

Um føroyingar ikki hava eitt danskt CPR.nr., skulu studentarnir fylla eitt pappírsoyðublað:  http://www.su.dk/media/1214/cpr-nummer.pdf 

Framferðarhátturin hjá studentunum er síðani:

Teir senda útfylta oyðublaðið til útbúgvingarstaðið í Danmark. Tá útbúgvingarstaðið hevur móttikið umsóknina, fáa SU-styrelsen eitt CPR-nummer til vega hjá SKAT. Fyri at kunna tað, skal eitt kopi av passinum hjá tí lesandi vera lagt við.

SKAT gevur tí lesandi boð um tað nýggja CPR-nummarið. Tá CPR-nummarið er komið, setur tann lesandi seg í samband við útbúgvingarstaðið, sum viðger umsóknina.

18: Hvussu fær mann danskt CPR.nr. og Nem-ID, tá ið mann skal lesa uttanfyri Føroyar?

Lestur í Danmark

Tá tú sum føroyingur flytir til Danmarkar, skal tú fyrst og fremst fara til Borgerservice-skrivstovuna á kommununi, sum man flytir til, og boða frá flytingini til kommununa. 

  • Um tú hevur danskt CPR-nummar kanst tú fáa Nem-ID beinanvegin, tú ikki hevur tað. Minst til at boða frá flyting innan 5 dagar frá tí tú ert komin til Danmarkar. 
  • Um tú ikki hevur danskt CPR-nummar, fært tú eitt so skjótt tú boðar frá flyting til eina danska addressu. Hetta gert tú við at fara á Borgerservice ið liggur tættast við har tú skal búgva. Tá kanst tú eisini fáa Nem-ID, ið kann brúkast til millum annað almennar stuðulsskipanir so sum SU, netbanka osv. 

Lestur uttanfyri Danmark

Tú kann gott fáa bæði SU-stipendium og SU-lán við pappírsumsóknum (uttan Nem-ID), men tað tekur longri tíð enn við Nem-ID.

Sum nú er ber tað ikki til at fáa eitt CPR-nummar meðan tú ert tú Føroyum.

  • Um tú skal lesa uttanfyri Danmark og hevur danskt CPR-nummar í tínum passi og hevur havt addresssu, sum er skrásett í Folkeregisteret í Danmark, kanst tú søkja um Nem-ID her. Eftir at tú hevur bílagt Nem-id, kanst tú fáa tað útflýggjað hjá Ríkisumboðnum í Tórshavn. Minst til at hava pass ella koyrikort við, har CPR-nummari framgongur. Eisini kanst tú fáa Nemid útflýggja á donsku sendistovuni í tí landinum tú er. 
  • Um tú ikki hevur danskt CPR-nummar skal tú søkja inn á skúla, kanst tú gera tað her. Trýst á "Har du ikke Nem-id". So biður tú um eitt login. 

At søkja um studning tá tú ynskir at lesa uttanfyri Danmark

  • Tá tú velur tær eina útbúgving uttanfyri Danmark, kanst tú kanna um útbúgvingin er á fast track listanum. Um úbúgvingin er á listanum, merkir tað, at hon er SU góðkend. Um tú hevur CPR-nummar og Nemid, søkir tú her. Um tú hevur CPR-nummar, søk so um at fáa eitt Nemid (sí omanfyri). Um tú ikki hevur CPR-nummar ella Nemid skal tú søkja manuelt. Sí meir her.
  • Um útbúgvingin ikki er á fast-track listanum skalt tú søkja um at fáa hana á listan. Minst til at leggja eina umsókn um SU við í umsóknina til at fáa útbúgvingina góðkenda. 
    • Um tú hevur CPR-nummar og Nemid, gert tú tað soleiðis
    • Um tú ikki hevur CPR-nummar ella Nemid, skalt tú søkja manuelt, og tað gert tú soleiðis.

Tá útbúgvingin endliga er góðkend, kanst tú verða biðin um at søkja um SU einaferð afturat manuelt. 

GG!
Minst til at seta teg í samband við SKAT í Danmark og fyribilsskráset teg (fyri at sleppa undan at gjalda ov nógvan skatt) og send eina skattaváttan, ið tú fært frá TAKS í Føroyum, til SKAT í Danmark.

 

19: Hvussu er við tryggingum, tá mann lesur uttanlands?

Føroyingar uttanlands fáa rætt til heilsutrygdarveitingar í Føroyum

Nýggj kunngerð gevur persónum, sum fyribils uppihalda sær í Føroyum, rætt til veitingar frá Heilsutrygd.

Heilsumálaráðið hevur fingið fleiri fyrispurningar frá borgarum um rættin til veitingar frá Heilsutrygd frá eitt nú lesandi uttanlands, ið koma heim til Føroya í feriu. Spurningarnir hava mest snúð seg um, hvat hesi hava rætt til innanfyri læknaviðgerð, tannlæknaviðgerð o.a., meðan tey eru heima í feriu.

Tá sjúkrakassarnir vóru virknir var siðvenja, at lesandi og fólk ið gjørdu almannagagnligt arbeiði uttanlands, fingu veitingar frá sjúkrakassanum, meðan tey fyribils uppihildu sær í Føroyum.

Nýggj kunngerð hevur við sær, at persónar, sum vegna brádliga sjúku, skaða ella versnaða verandi sjúku, fáa rætt til læknahjálp og tær veitingar, sum lækni metir er til gagns fyri tann sjúka, meðan hann er staddur í Føroyum. Harumframt fevnir kunngerðin um veiting í sambandi við árligt eftirlit hjá tannlækna, tá hesi eru heima í feriu í Føroyum.

Kunngerðin verður galdandi fyri persónar, sum eru búsitandi í Danmark og Grønlandi og sum fyribils uppihalda sær í Føroyum. Sum nú er, mugu hesi gjalda fyri viðgerð, tá tey eru heima í Føroyum í feriu og líknandi. Eisini fevnir kunngerðin um føroyingar, sum hava búð í Føroyum í minst 5 ár, áðrenn tey fluttu til annað land at lesa. Harafturat NGO- starvsfólk og onnur, ið gera annað almannagagnligt arbeiði uttanlands.

Tryggingar kunnu annars teknast við universitetini uttanlands, hjá lokalu tryggingarfeløgunum ella hjá altjóða tryggingarfeløgum, sum til dømis:

AON - Student Insurance

Students Insured

Kelda: Heilsumálaráðið