Studningur til hægri útbúgving

Um tú ert lesandi á eini hægri fulltíðarútbúgving ella á eini styttri vinnuførleikagevandi útbúgving kanst tú søkja Studna um stuðul. Víst verður til "vegleiðing", ið liggur undir "umsóknarbløð" ovast á síðuni.

Studningur til livikostnað

Studningurin til tín, ið lesur á hægri útbúgving og á styttri vinnuførleikagevandi útbúgving, er kr. 4.960,00 um mánaðin. Harumframt ber til at søkja um lestrarlán, sum er í mesta lagi kr. 2.782,00 um mánaðin.

Lesandi á hægri útbúgvingum og á styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingum fáa stuðul í 12 mánaðir, hetta er eisini galdandi fyri lestrarlán.

Hevur tú forsyrgjaraskyldu av børnum undir 18 ár, verður veitt kr. 1.149,00 í barnastudningi um mánaðin til hvørt barnið.

Sum lesandi á hægri útbúgvingum og á styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingum ber í mesta lagi til at fáa útbúgvingarstuðul upp til eitt ár, eftir at ásetta lestrartíðin er lokin, sí stuðulstíð og -freistir.

Fært tú serliga barnaískoytið til einsamallar uppihaldarar frá Almannaverkinum, verður veitt kr. 1.762,00 um mánaðin.

Víst verður til"vegleiðing", ið liggur undir "umsóknarbløð" ovast á síðuni.

LESTRARVIRKNI
Lesandi er lestrarvirkin, um hann ikki er meira enn eitt ár afturúr í lesnaðinum í mun til ásettu lestrartíðina. Harafturat skal tann lesandi møta til frálæruna, lata inn kravdar uppgávur og fara til próvtøkurnar eftir teimum reglum, sum eru galdandi á útbúgvingarstovninum.

Útbúgvingarstovnurin váttar lestrarvirkni mótvegis Studna.

Gevið gætur! Um lesandi eru meira enn 1 ár (60 ECTS) afturúr í lesnaðinum, verður lestrarstuðulin steðgaður. Um lesandi gerast lestrarvirkin aftur, tvs. eru minni enn 1 ár afturúr lesnaðinum í mun til lestrartíðina, verður lestrarstuðulin aftur útgoldin frá tí tíðarskeiði lesandi aftur gjørdist lestrarvirkin.   

Ov nógv útgoldin stuðul verður kravdur inn aftur beinanvegin. Tað er ábyrgdin hjá tí lesandi, at Studni fær boðini. 

 

Mótroking/inntøkujavning av lestrarstuðli

Hvussu verður inntøkujavnað og hvussu virkar inntøkujavningin?

Hvat merkir tað, at lestrarstuðulin verður inntøkujavnaður?

At inntøkujavna lestrarstuðulin merkir, at A-inntøkan hjá tí lesandi kann hava ávirkan á lestrarstudningsupphæddina. Er A-inntøkan ov høg, lækkar studningurin til livikostnað.

Hvør lestrarstuðul verður inntøkujavnaður?

Tað er bert vanligi mánaðarligi studningurin til livikostnað, ið verður inntøkujavnaður, t.v.s. á hægri útbúgvingum og á vinnuførleikagevandi útbúgvingum kr. 4.960, og á miðnámsútbúgvingum kr. 4.387 ella kr. 2.113. Ískoytisstudningarnir, “barnastudningurin” (kr. 1.149) og “studningurin til einsamallar uppihaldarar” (kr. 1.762), verða ikki inntøkujavnaðir. Heldur ikki verða “bókastudningurin”, “vistarhaldsstudningurin” og lán frá Studna ávirkað av inntøkujavningini.

Í mun til hvørja inntøku verður inntøkujavnað?

Tað verður bert inntøkujavnað í mun til útgoldna A-inntøku hjá tí lesandi.

Hvar fær Studni inntøkuupplýsingarnar frá?

Studni fær inntøkuupplýsingar um tey lesandi frá TAKS mánarliga.

Hvussu nógv kann ein lesandi forvinna uttan at inntøkujavnað verður?

Tað stutta svarið upp á spurningin er, at tann lesandi í mesta lagi kann forvinna kr. 20.000 í miðal um mánaðin, men svarið er nakað meira innviklað og samansett enn so – les tí svarini upp á teir næstu spurningarnar.

Hvørjum upphæddum verður inntøkujavnað við?

Er A-inntøkan ov høg, lækkar studningurin til livikostnað. Tann lesandi kann tó hava eina miðal A-inntøku heilt upp til kr. 20.000 um mánaðin, uttan at verða raktur av inntøkujavningini. Í lógini stendur: “Studningurin ....verður inntøkujavnaður soleiðis: Fyri hvørjar kr. 1.000, sum mánaðarliga miðal útgoldna A-inntøkan í mesta lagi síðstu 12 mánaðirnar fer upp um kr. 20.000, verður mánaðarligi studningurin ...... lækkaður við 10%.”

Hetta merkir, at er mánaðarliga miðal útgoldna A-inntøkan:

kr. 20.000 ella lægri, fæst fullur studningur: kr. 4.960, -

omanfyri kr. 20.000, men kr. 21.000 ella lægri, verður studningurin kr. 4.464 (- 10 %)

omanfyri kr. 21.000, men kr. 22.000 ella lægri, verður studningurin kr. 3.968. (- 20 %)

omanfyri kr. 22.000, men kr. 23.000 ella lægri, verður studningurin kr. 3.472 (- 30 %)

omanfyri kr. 23.000, men kr. 24.000 ella lægri, verður studningurin kr. 2.976 (- 40 %)

omanfyri kr. 24.000, men kr. 25.000 ella lægri, verður studningurin kr. 2.480 (- 50 %)

omanfyri kr. 25.000, men kr. 26.000 ella lægri, verður studningurin kr. 1.984 (- 60 %)

omanfyri kr. 26.000, men kr. 27.000 ella lægri, verður studningurin kr. 1.488 (- 70 %)

omanfyri kr. 27.000, men kr. 28.000 ella lægri, verður studningurin kr. 992 (- 80 %)

omanfyri kr. 28.000, men kr. 29.000 ella lægri, verður studningurin kr. 496 (- 90 %)

omanfyri kr. 29.000 fæst eingin studningur

Dømi omanfyri er fyri lesandi, ið fær kr. 4.960 í studningi. Fyri tey, ið fáa kr. 4.387 ella kr. 2.113, eru upphæddirnar lutfalsliga lægri.

Hvussu er við inntøku, ið er forvunnin áðrenn skúlabyrjan?

Í lógini stendur: “Inntøkujavnað verður ikki í mun til A-inntøku, ið er útgoldin innan lestrarbyrjan og fyrsta heila mánaðin eftir, at útbúgvingin er byrjað.” Hetta merkir, at tað sum lesandi hava forvunnið, áðrenn tey byrja útbúgvingina, ikki skal inntøkujavnast. Legg tó til merkis, at tað stendur útgoldin. Tað er tí týdningarmikið, at forvunnin A-inntøka verður útgoldin í síðsta lagi í september.

Hvussu verður inntøkujavnað hjá lesandi, ið byrjar eina útbúgving?

Inntøkujavnað verður fyrstu ferð við útgoldnu A-inntøkuni í oktober. Fyrstu ferð inntøkujavnað verður, verður javnað í mun til A-inntøkuna í ein mánað. Fyri at finna miðalinntøkuna næsta mánaðin verður A-inntøkan fyri tveir mánaðir býtt við 2, triðja mánaðin verður A-inntøkan fyri tríggjar mánaðir býtt við 3 o.s.fr. Tá eitt ár er farið, verður A-inntøkan hjá tí lesandi fyri síðsta árið býtt við 12 fyri at finna miðal mánaðarligu inntøkuna. Hildið verður á við hesum til lesturin er liðugur.

Hvussu verður inntøkujavnað hjá framhaldslesandi (hjá lesandi, ið ganga 2., 3., 4.,,,,, árið)?

Lønarinntøkan teir síðstu 12 mánaðirnar verður býtt við 12. Miðal A-inntøkan er avgerandi fyri um inntøkujavnað verður ella ikki, og hvør upphæddin verður (sí talvuna omanfyri).

Hvussu er, tá ein er liðugur við eina útbúgving og byrjar ta næstu?

Í kunngerðini stendur: “Heldur lesandi fram á aðrari útbúgving innan 3 mánaðir, verður tann lesandi roknaður sum framhaldslesandi og inntøkan í steðginum verður roknað við í inntøkugrundarlagnum.” Hetta merkir t.d., at ein lesandi, sum verður liðugur við eina bachelorútbúgving í juni og byrjar upp á eina masterútbúgving í august sama ár, verður roknaður sum framhaldslesandi í sambandi við inntøkujavningina.

Er tað vanligt at inntøkujavna lestrarstudningin aðrastaðni?

Tað er ikki eitt ókent fyribrigdi at inntøkujavna lestrarstudningin. Í øllum hinum Norðurlondunum verður studningurin inntøkujavnaður.

Barnastudningur

Barnastudningurin verður veittur lesandi, ið hava forsyrgjaraskyldur av børnum, ið eru undir 18 ár. Bert tey, ið eiga ella hava ættleitt børnini hava forsyrgjaraskyldur.

Barnastudningurin er kr. 1.149 um mánaðin fyri hvørt barnið. 

Treytin fyri at fáa henda studning er, at tú býrt saman við barninum. Um bæði foreldrini lesa, kann bert annað av foreldrunum fáa barnastudningin.  

Øll lesandi, ið eiga børn undir 18 ár, skulu senda Studna avrit av dóps- ella navnabrævi og p-talið hjá barni/børnum fyri at fáa barnastudningin. Eisini skal skjalprógv frá kommunu ella Landsfólkayvirlitinum viðleggjast, sum prógvar at barn/børn búgva hjá stuðulsmóttakaranum.

Við barnsburð verður barnastudningurin fyrstu ferð veittur sama mánað, sum barnið er føtt. 

Víst verður til"vegleiðing", ið liggur undir "umsóknarbløð" ovast á síðuni.

Studningur til einsamallar uppihaldarar

Um tú ert einsamallur uppihaldari at barni/børnum undir 18 ár ber til at fáa kr. 1.762,00 um mánaðin afturat.

Treytin fyri at fáa hendan studning er, at tú ert lestrarvirkin og fært serliga barnaískoytið til einsamallar uppihaldarar frá Almannaverkinum.

Tað er ikki neyðugt hjá tær at søkja um hendan studning. Ert tú skrásett/ur hjá Almannaverkinum sum einsamallur uppihaldari, so verður hesin studningur útgoldin tær sjálvvirkandi.

Víst verður til"vegleiðing", ið liggur undir "umsóknarbløð" ovast á síðuni.

Barnsburðarfarloyvi

Barnsburðarfarloyvisstudningur verður veittur í sambandi við barnsburð og ættleiðing. 

Studningurin er kr. 4.387 á miðnámi og kr. 4.960 á hægri útbúgingum ella styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingum og verður í mesta lagi veittur í 11 mánaðir fyri hvønn barnsburð. Tú skalt búgva saman við barninum fyri at fáa farloyvisstudningin, og bæði foreldrini kunnu ikki samstundis fáa farloyvisstudningin úr skipanini. 

Barnsburðarfarloyvisskipanin gevur báðum foreldrum somu rættindi. Bæði tann lesandi móðirin og lesandi faðirin kunnu fara í farloyvi, treytað av, at tey ikki eru í farloyvisskipanini samstundis. Við øðrum orðum fylgir farloyvisstudningurin barninum uttan mun til, um tað er móðirin ella faðirin, ið velur at fara í farloyvi. Foreldrini avgera sjálvi, hvussu tey býta farloyvið ímillum sín. 

Lesandi kunnu í dag fáa útbúgvingarstuðul í upp til eitt ár út um ásettu lestrartíðina. Ein lesandi kann t.d. fáa stuðul í 5 ár til eina 4 ára langa útbúgving. 

Fært ella ættleiðir tú eitt barn í útbúgvingartíðini og tekur fult barnsburðarfarloyvi, gevur barnsburðarfarloyvisskipanin tær møguleika fyri at fáa útbúgvingarstuðul í upp til 6 ár til eina 4 ára langa útbúgving. Velur tú hinvegin t.d. at lesa hálva tíð í eitt ár, er møguleiki at fáa stuðul í upp til 5½ ár til eina 4 ára langa útbúgving. Velur tú at taka barnsburðarfarloyvi í ½ ár, er eisini møguleiki at fáa stuðul í upp til 5½ ár til eina 4 ára langa útbúgving. Við øðrum orðum verður farloyvistíðin løgd afturat loyvdu stuðulstíðini.

Víst verður til "vegleiðing", ið liggur undir "umsóknarbløð" ovast á síðuni.

Sí meiri um treytir og mannagongdir

Stuðulstíð og -freistir

Sum lesandi á hægri útbúgving og á styttri vinnuførleikagevandi útbúgving, kanst tú í mesta lagi fáa útbúgvingarstuðul upp til eitt ár, eftir at ásetta lestrartíðin er lokin. Upp í lestrartíðina verða roknaðar áður loknar ella steðgaðar hægri útbúgvingar, har tú hevur fingið vanligan mánaðarligan útbúgvingarstuðul frá Studna ella frá Statens Uddannelsesstøtte. Stuðul verður í mesta lagi latin í 6 ár til hægri útbúgvingar. Studni kann leingja stuðulstíðina við tveimum árum, um tú ikki hevur miðnámsútbúgving. 

Studni kann gera undantak frá regluni um áramál, um lestrartíðin er vorðin longd vegna ráðsarbeiði, sjúku, barnsburð, ættleiðing, vísindaligt arbeiði o.a. 

Stuðulsárið er frá 1. august til 30. juni árið eftir. Stuðulsárið er sostatt 11 mánaðir. Tó verður stuðul veittur teimum, ið lesa hægri lestur, einsamøllum uppihaldarum og aspirantum í 12 mánaðir í útbúgvingartíðini. 

Lestrarhálvurnar eru frá 1. august til 31. desember og frá 1. januar til 30. juni. Stuðul fæst frá tí lestrarhálvuni, tá ið søkt verður, t.v.s. at umsóknarfreistin fyri eina útbúgving, ið byrjar í august mánaði er 31. desember sama ár. Um søkt verður t.d. í mars mánaði árið eftir, fæst bert stuðul frá januar mánaði. 

Um onkur broyting er, sum ávirkar tín stuðul, skal hetta latast Studna fyri 20. í hvørjum mánaði. Tó skulu broytingar í desember mánaði latast Studna fyri 14. desember. 

Um tú gevst við útbúgvingini í skúlaárinum, fellur stuðulin burtur. Um tú gevst 1. –15. í mánaðinum, fæst ikki stuðul fyri henda mánaðin. Gevst tú 16. – 31. í mánaðinum fært tú stuðulin. 

Studningur og lestrarlán verða flutt síðst í hvørjum mánað á kontu í føroyskum peningastovni.

Víst verður til"vegleiðing", ið liggur undir "umsóknarbløð" ovast á síðuni.

Søk studning á vanganum

Vangin er nýggj tænasta frá Talgildu Føroyum, har talgildar tænastur hjá almennum stovnum  eru savnaðar.

 

Søk umvegis vangan

Gevið gætur

Lesandi, sum fáa stuðul frá Studna, skulu beinanvegin boða Studna frá, tá ið tey gevast at lesa. Ov nógv útgoldin stuðul verður kravdur inn aftur beinanvegin. Tað er ábyrgdin hjá tí lesandi, at Studni fær fráboðanina.

Gevið gætur! Um lesandi eru meira enn 1 ár (60 ECTS) afturúr í lesnaðinum, verður lestrarstuðulin steðgaður. Um lesandi gerast lestrarvirkin aftur, tvs. eru minni enn 1 ár afturúr lesnaðinum í mun til lestrartíðina, verður lestrarstuðulin aftur útgoldin frá tí tíðarskeiði lesandi aftur gjørdist lestrarvirkin.  

Ov nógv útgoldin stuðul verður kravdur inn aftur beinanvegin. Tað er ábyrgdin hjá tí lesandi, at Studni fær fráboðina.