Tá ið tú skal søkja um at fáa studning til tína útbúgving uttanfyri Danmark er meginreglan, at SU í Danmark veitur tær stuðul. SU veitur stuðul til útbúgvingar ið eru SU-góðkendar, ið síggjast á fast track listanum. Meginreglan hjá SU er, at útbúgvingar uttanfyri Danmark eru góðkendar fyri 4 ár í senn, tí kann tað vera at útbúgvingin, ið tú ert áhugað/ur í, júst er farin av listanum. Viðgerðartíðin er millum 6 vikur og 3 mánaðir. Eitt sum tú skal leggja tær í geyma er, at tað er ikki ein treyt at tú ert upptikin á útbúgvingini fyri at fáa hana SU-góðkenda. Tí kanst tú, áðrenn tú veit um tú ert sloppin inn, søkja um at fáa útbúgvingar á fast track listan. Tað kostar einki og er ikki bindandi. Við at søkja beinanveg, minkar tú um sannlíkindini fyri at tú fer úr Føroyum og fær studningin eftir eina tíð uttanlands.
Her kemur ein vegleiðing ið vísur hvussu tú ger fyri at fáa útbúgvingina SU-góðkenda, um hvussu tú søkir um studning, skúlagjald og ferðastuðul.
Tað fyrsta tú skal gera er at kanna um útbúgvingin er á Fast track listanum. Fast Track-listin er ein listi yvir SU góðkendar útbúgvingar. Meginreglan hjá SU er at útbúgvingarnar eru góðkendar fyri 4 ár í senn, og listin er at finna her. Les allar reglur og treytir um góðkenningar av útbúgvingum hjá SU her. Um útbúgvingin er á fast-track listanum, og útbúgvingin hevur ein endadato, ið er eftir tú skal byrja í skúla er útbúgvingin SU-góðkend, so kanst tú fara til punkt 2.
Um útbúgvingin ikki er á Fast track listanum, skal tú søkja um at fáa útbúgvingina á listan. Tað gert tú soleiðis:
Um tú skal lesa í Danmark, trýst so her fyri at síggja hvussu tú søkir um studning.
Um útbúgvingin er á fast track listanum, og ikki hevur ein endadato sum er áðrenn tú skal byrja í skúla. Kanst tú søkja um SU í fyrsta lagið 3 mánaðir áðrenn tú byrjar. Um tú ikki skal lesa í Danmark, men søkir um stuðul frá SU í Danmark gert tú soleiðis:
Tað ber ikki til at søkja um SU við afturvirkandi kraft. Seinasta freist at søkja um SU í einum mánaði er seinasti dagurin í mánaðinum. Ikki uttan so at tú ikki hevur kunna søgt um SU, tí at útbúgvingin ikki var SU góðkend.
Byrjar útbúgvingin eftir 20. í mánaðinum, fært tú ikki stuðul fyrr enn mánaðin eftir.
Seinasta freist at søkja um SU ella broyta SU í einum kalendaraári er 1. desember.
SU letur stuðul til útbúgvingar uttanfyri Danmark í 4 ár. Studni kann veita stuðul upp til 2 ár aftrat. Les meir her.
Um SU ikki veitir tær stuðul til livikostnað, ber til at søkja Studna - ÚSUN - um stuðul til livikostnað, sí meir her
SU í Danmark letur ikki stuðul til skúlagjald á bachelor stiði, tó so ber til at søkja SU um stuðil til skúlagjald á master/candidat stiði. Tí kanst tú søkja Studna - ÚSUN um stuðul til skúlagjald. Minst til at søkja um ÚSUN, áðrenn endan á fyrstu lestrarhálvu, freistin er 31. desember hjá teimum sum byrja um heystið, og 30. juni hjá teimum ið søkja um várið. Søk hóast tú ikki hevur fingið SU góðkenningina til útbúgvingina. Les meir her.
Vanliga er tað ikki skúlagjald fyri útbúgvingar í Norðanlondum.
Minst til á hvørjum ári at søkja um ferðastuðul í 2. lestrarhálvu. Umsóknarblaðið finnur tú her.
Um tú lesur uttanfyri Danska kongaríkið, ber tað í summum londum til at søkja um ikki at gjalda skat av SU, tí skalt tú um tú lesur tú uttanlands, søkja um hetta.
Eisini skalt tú søkja um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum og soleiðis fáa somu skattafyrimunir sum heimalesandi, tá ið tú t.d. kemur heim at arbeiða í feriunum.
Um tú lesur uttanfyri Danmark, og ynskir at sleppa undan at gjalda ov nógvan skat av studninginum, skalt tú minnast til at seta teg í samband við SKAT í Danmark og fyribilsskráset teg.
Tað gert tú soleiðis:
Minst til at søkja í um at fáa útbúgvingina á Fast track í góðari tíð. So skjótt tú ert upptikin og útbúgvingin er SU góðkend kanst tú, í fyrsta lagið 3 mánaðir áðrenn tú byrjar, søkja um SU. Við at vera í góðari tíð, so kanst tú minka um sannlíkindini fyri, at tú má bíða leingi til tú fær studning.
SU krevur upptøkuskriv tá tú søkir um studning. Eisini skalt tú dokumentera lestrarvirknið hvørt semester. Tú kann nýta hetta oyðublaðið hjá SU til hetta.