Barnsburðarfarloyvi

Treytir

Stuðulin verður vanliga veittur frá terminsdagfesting, men kann veitast kvinnum 1 mánað áðrenn og í serstøkum førum 2 mánaðir fyri termin.

Barnsburðarfarloyvisstudningur kann veitast frá upp til 3 mánaðum eftir føðing. Ásetingin er gjørd fyri at fáa størri smidleika í barnsburðarfarloyvisskipanina. T.d. er tað av týdningi fyri lesandi, ið eigur barn um várið, at møguleiki er at bíða við at fara í barnsburðarfarloyvi til summarfríðtíðina uttan at missa ein part av barnsburðarfarloyvinum.

Stuðulin er óheftur av teimum rættindum, sum vunnin eru úr øðrum skipanum. 

Rætturin til stuðulin kann verða varðveittur, um tú skiftir útbúgving í barnsburðarfarloyvistíðini treytað av, at tú er innskrivað/ur á eini útbúgving. 

Um barnsburður ella ættleiðing fer fram, áðrenn útbúgvingin byrjar, hevur tú rætt til at fáa barnburðarfarloyvisstuðul tað tíðarskeiðið, sum eftir er av teimum 11 mánaðunum. 

Um barn/fostur doyr, verður rætturin til barnsburðarfarloyvisstuðulin til kvinnuna varðveittur, tá ið føðing er farin fram.

Víst verður til"vegleiðing", ið liggur undir "umsóknarbløð" ovast á síðuni.

Mannagongd

Á skjalinum “Umsóknarblað til barnsburðarfarloyvi” skalt tú saman við lærustovninum boða Studna frá, tá tú fert í barnsburðarfarloyvi. Lærustovnurin skal eisini beinanvegin, tá tú byrjar aftur á lærustovninum, á skjalinum “Endalig fráboðan um barnsburðarfarloyvi”, boða frá, at tú ert byrjað/ur aftur á lærustovninum, og um burðarfarloyvið hevur verið fult ella partvís. 

Um farloyvið hevur verið partvís, skal skúlin boða frá, í hvønn mun tú hevur verið í farloyvi,  t.d. 17 av 34 tímum ella 12 av 30 tímum. Studni tekur síðani støðu til, hvussu nógvir mánaðir kunnu leggjast afturat stuðulstíðini hjá tær. Talan kann vera um 1-11 mánaðir.

Víst verður til"vegleiðing", ið liggur undir "umsóknarbløð" ovast á síðuni.