Lesandi, sum fáa stuðul frá Studna, skulu beinanvegin boða Studna frá, tá ið tey gevast at lesa. Ov nógv útgoldin stuðul verður kravdur inn aftur beinanvegin. Tað er ábyrgdin hjá tí lesandi, at Studni fær fráboðanina.
Um lesandi eru meira enn 1 ár (60 ECTS) afturúr í lesnaðinum, verður lestrarstuðulin steðgaður. Um lesandi gerast lestrarvirkin aftur, t.v.s. eru minni enn 1 ár afturúr lesnaðinum í mun til lestrartíðina, verður lestrarstuðulin aftur útgoldin frá tí tíðarskeiði lesandi aftur gjørdist lestrarvirkin.