Upptøkan eftir kvotu 2 er fyri umsøkjarar, sum av ymsum orsøkum ikki kunnu verða tiknir upp eftir kvotu 1, ella sum hava tørv at verða mettir eftir øðrum førleikum afturat próvnum. Tað er útbúgvingarstaðið, sum setir treytirnar fyri kvotu 2 á ymsa útbúgvingunum. Útbúgvingarstaðið upptekur næmingar við støði í hvørjari einstakari meting av hvørjari kvotu 2 umsókn. Minst til at kanna kvotu 2 krøvini hjá útbúgvingarstøðunum, fyri at meta um, um kvota 2 er relevant fyri teg. Krøvini kunnu vera ymisk frá útbúgving til útbúgving.
Lestrarplássini á kvotu 2 verða mett eftir fylgjandi:
Tað er bert gjørligt at lata virksemi í tilsamans 12 mánaðir verða part av metingini.
Á nøkrum útbúgvingum er umsóknartrýstið stórt, og tí eru ávísir førleikar ofta eitt krav, fyri at verða tikin upp. Umvent kanst tú ikki vera vís/ur í upptøku, hóast tú heldur, at tú lýkur nevndu krøvini. Talan er um eina heildarmeting, og virksemi, sum ikki er nevnt, kann eisini hava týdning.
Man skal ikki søkja somu útbúgving eftir bæði kvotu 1 og kvotu 2. Søk eftir kvotu 2, um tú ikki ert vís/ur í, at tí próvtøkumiðaltal er nóg høgt, og tú metir, at tú hevur førleikar, sum samsvara við kvotu 2 krøvini hjá útbúgvingini. Um tú søkir eftir kvotu 2, verður tú mett/ur eftir báðum kvotum.
Umsóknarfreistin fyri kvotu 2 umsøkjarar er tann 15. mars, kl. 12:00.
at um tú ikki hevur danskt Nemid, skalt tú senda eina undirskrift, ið váttar at allar upplýsingar, ið tú hevur tøppað inn, eru rættar. Tú skalt senda eina undirskrift til allar útbúgvingarstovnar, ið tú søkir inn á. Flestu útbúgvingarstovnar taka ímóti undirskriftini umvegis teldupost. Hesir útbúgvingarstovnar taka í móti undirskriftini umvegis teldupost.
Sí meir her.