20. desember 2024

Lestrarstuðulin hækkar

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur í kunngerð lýst hækkingar í upphæddum í sambandi við lestrarstuðul og samsýning til forsturforeldur.

Allar upphæddir hækka við 3,6% frá 1. januar 2025. 

Fyri lestrarstuðulin merkir hetta til dømis, at tey, sum lesa hægri lestur, nú fáa 5.139 kr. um mánaðin í mun til 4.960 kr. frammanundan.

Samsýningin til fosturforeldur, sum hevur verið 128,77 kr. um samdøgrið hækkar til 133,40 kr. frá 1. januar 2025. 

Studni fegnast um hesi góðu tíðindi til tey lesandi og ynskir øllum samstundis eini gleðilig jól.

Yvirskrift, um tørvur er á tí