Lesandi, sum fáa stuðul frá Studna, skulu beinanvegin boða Studna frá, tá ið umstøður broytast, ið kunnu ávirka studningin.
Um til dømis studningur verður útgoldin, hóast tann lesandi er givin, og ongin fráboðan er send Studna, so verður studningurin kravdur aftur. Tað er ábyrgdin hjá tí lesandi, at Studni fær fráboðanina.
Tú kanst boða Studna frá, við at senda ein teldupost til studni@studni.fo