Virksemið hjá Altjóða Skrivstovuni er flutt frá Fróðskaparsetrinum til Studna. Endamálið við flytingini er at savna yvirskipaðu kunningina og vegleiðingina um útbúgvingar- og stuðulsmøguleikar í Føroyum og uttanlands á einum staði.
Bára Akselsdóttir Haraldsen er sett sum útbúgvingarvegleiðari. Bára er 28 ára gomul og býr í Hoyvík. Hon er útbúgvin kandidatur í fyrisiting (cand.scient.adm.) frá Roskilde Universiteti.
Bára byrjar í starvinum sum útbúgvingarvegleiðari á Studna 1. februar 2019.