Nú ber eisini til at søkja á Vanganum
Studni er partur av Vanganum, og tað ber til at søkja um lestrarstudning, ferðastudning og lestrarlán á Vanganum.
Søk umvegis Vangan við á trýsta her
Við hesum verður stuðulin avgreiddur munandi skjótari og næmingarnir hava stuðulin skjótari á kontu. Harumframt hava foreldur eisini møguleika at søkja vegna børn teirra, sum eru undir 18.
Tað ber eisini til at heinta umsóknarbløðini á heimasíðuni og senda Studna tey, tá tey eru váttað av skúlunum.