16. juni 2010

Til USA at lesa - avgreið tíni visa-viðurskifti í Reykjavík

Føroyingar, ið skulu til USA at lesa, kunnu nú lættliga avgreiða Visa-viðurskifti á Amerikonsku sendistovuni í Reykjavík.

Seinni árini eru amerikansku visumreglarnar nógv herdar, og eitt av nýggju krøvunum er, at umsøkjarar eru noyddir at møta persónliga á eini amerikanskari sendistovu fyri at fáa visum útflýggjað. Higartil hava føroysk lesandi verið noydd at møta á amerikansku sendistovuni í Keypmannahavn, har bíðirøðirnar og avgreiðslutíðin mangan eru drúgv. Og sum avleiðing hava lesandi mangan verið noydd til at gera tvær ferðir – eina til Keypmannahavnar at fáa visum, fyri síðani at ferðast til USA til at byrja lesnaðin. 

Nú er avtala gjørd við amerikonsku sendistovuna í Reykjavík, um at føroysk lesandi kunnu fáa visum umsóknina avgreidda á amerikonsku sendistovuni í Reykjavík. Við tí er møguleiki nú at fáa visum umsóknina avgreidda á ferðini ávegis til USA, og skuldi hetta verið ein fíggjarligur lætti, samstundis sum gongdin verður stytt. Hetta skuldi tí munandi lætta um tey praktisku viðurskiftini hjá lesandi. 


Mannagongd
Her kanst tú lesa um hvussu tú søkir: 

https://is.usembassy.gov/visas/nonimmigrant-visas-study-exchange/how-to-apply/

Áðrenn umsóknin verður gjørd, er umráðandi at hava neyðug skjøl til reiðar, so sum pass, navnabræv og øll skjøl viðvíkjandi lærustovni og lestrarstuðli. Hevur umsøkjarin verið dømdur fyri eitthvørt lógarbrot er sera umráðandi, at øll skjøl hesum viðvíkjandi verða løgd við. Kvittan fyri umsóknina skal skrivast út, tá hon er liðugt útfylt. Hon skal goymast og takast við til samrøðu á sendistovuni. 


Eru ivamál, ber til at seta seg í samband við amerikansku sendistovuna í Reykjavík. 

Tel: +354 5952200

Teldupostbústaður: ReykjavikConsular@state.gov 

Yvirskrift, um tørvur er á tí