Niðanfyri verða tær týdningarmestu broytingarnar nevndar:
Broytingar 1. januar 2011:
-Studningurin lækkar úr kr. 2.200 til kr. 1.800 hjá miðnámsskúlanæmingum, ið búgva heima hjá foreldrunum.
-Ferðastudningurin uttanlands lækkar, bæði fyri lesandi og børn teirra. Víst verður til niðanfyri standandi talvu.
-Lesandi við Heilsuskúla Føroya hava møguleika at søkja um verkætlanarstudning.
-Verkætlanarstudningurin verður framyvir tann skjalprógvaða upphæddin av ferð millum lond til vanligan ferðaseðlakostnað, tó í mesta lagi upphæddin fyri lesandi sbrt. talvuni niðanfyri.
-Stuðulsupphæddirnar verða ikki prístalsjavnaðar 1. august 2011
-Rentan av lestrarlánum hækkar við 2% eftir lestur – úr 1% til 3% omanfyri diskontuna hjá Tjóðbankanum.
Ferðastudningurin
Danmark
Europa
(- Danmark og Grønland)
Aðrastaðni
Lesandi
kr. 2.400
kr. 4.000
kr. 5.000
Børn: 0 – 1 ár
kr. 300
kr. 500
kr. 700
Børn: 2 – 11 ár
kr. 1.400
kr. 2.300
kr. 3.500
Børn: 12 – 16 ár
kr. 2.400
kr. 4.000
kr. 5.000
Broytingar 1. august 2011:
- Studningurin verður inntøkujavnaður í mun til egna A-inntøku. Er miðal útgoldna A- inntøkan hjá umsøkjaranum undir kr. 10.000 um mánaðin í lestrartíðini, verður eingin inntøkujavning í studninginum. Fer útgoldna A-inntøkan upp um kr. 10.000, verður inntøkujavnað í studninginum stigvíst í mun til A-inntøkuna. Kunnað verður nærri um inntøkujavningina áðrenn skipanin verður sett í gildi.
- Harafturat er ætlanin at skerpa krøvini nakað hjá miðnámsskúlanæmingum, ið leiga. Í § 7, stk. 3 í lógini er m.a. heimild at áseta treytir í samband við leigu av bústaði. Ætlanin er í kunngerð at nágreina reglurnar á leið soleiðis:
Øll, ið leiga, skulu: