Inntøkumarkið hækkað úr kr. 10.000 til kr. 20.000.
Løgtingið samtykti 23. desember 2011, at inntøkumarkið í sambandi við inntøkujavning av lestrarstudninginum verður hækkað úr kr. 10.000 upp til kr. 20.000 frá 1. januar 2012. Hetta merkir, at ein lesandi kann hava eina mánaðarliga miðal útgoldna A-inntøku upp á kr. 20.000 uttan at lestrarstudningsupphæddin verður ávirkað.
Inntøkumørkini og studningsupphæddirnar koma framyvir at verða fylgjandi.
Er mánaðarliga miðal útgoldna A-inntøkan:
- kr. 20.000 ella lægri, fæst fullur studningur: kr. 3.815,-
- omanfyri kr. 20.000, men kr. 21.000 ella lægri, verður studningurin kr. 3.434 (- 10 %)
- omanfyri kr. 21.000, men kr. 22.000 ella lægri, verður studningurin kr. 3.052 (- 20 %)
- omanfyri kr. 22.000, men kr. 23.000 ella lægri, verður studningurin kr. 2.671 (- 30 %)
- omanfyri kr. 23.000, men kr. 24.000 ella lægri, verður studningurin kr. 2.289 (- 40 %)
- omanfyri kr. 24.000, men kr. 25.000 ella lægri, verður studningurin kr. 1.908 (- 50 %)
- omanfyri kr. 25.000, men kr. 26.000 ella lægri, verður studningurin kr. 1.526 (- 60 %)
- omanfyri kr. 26.000, men kr. 27.000 ella lægri, verður studningurin kr. 1.145 (- 70 %)
- omanfyri kr. 27.000, men kr. 28.000 ella lægri, verður studningurin kr. 763 (- 80 %)
- omanfyri kr. 28.000, men kr. 29.000 ella lægri, verður studningurin kr. 382 (- 90 %)
- omanfyri kr. 29.000 fæst eingin studningur
Fyri tey, ið fáa lægra studningin, sum í mesta lagi er kr. 1.838, eru upphæddirnar lutfalsliga lægri.
Sum áður fráboðað so er tað bert vanligi mánaðarligi studningurin til livikostnað, ið verður inntøkujavnaður. Talan er um tær kr. 3.815 (hægri studningurin / barnsburðarfarloyvisstudningurin) og kr. 1.838 (lægri studningurin). Ískoytisstudningarnir “barnastudningurin” og “studningurin til einsamallar uppihaldarar” verða ikki inntøkujavnaðir. Heldur ikki verða “bókastudningurin”, “vistarhaldsstudningurin” og lán frá Studna ávirkað av inntøkujavningini.
Løgtingið samtykti eisini 23. desember 2011, at lestrarstuðlarnir ikki verða prístalsjavnaðir 1. august 2012. Meirilutin í Mentanarnevndini viðmerkti tó, at um samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum føra til, at lønarhækkingar verða, eigur at verða javnað sambært búskaparfrágreiðing I frá 2011.