Norðurlendska Ráðharraráðið hevur í tíðarskeiðinum 2018-2022 sett fimm Nordplus skipanir í gongd, ið eru ætlaðar at økja um samstarv og flytførið innan útbúgvingarøkið.
Ætlanin við Nordplus skipanunum er, at tær skulu styrkja norðurlendska-baltiska felagsskapin og samleikan, við støði í søguligu, mentanarligu og demokratisku felagseyðkennunum hjá londunum. Skipanirnar eru ætlaðar til undirvísing á øllum stigum.
Umsóknarfreistin til fyrireikandi vitjanir í "Nordplus Junior", "Nordplus Voksen" og "Nordens Sprog" er 1. oktober 2019. Umsóknin skal verða innið áðrenn dagurin er av, tvs. áðrenn kl. 23.59 tann 1. oktober 2019.
Hendan rundan er bert til fyrireikandi átøk. Væntandi fæst svar umleið 6 vikur eftir freistina. Allir umsøkjarar skulu senda umsóknina umvegis umsóknarskipanina Espresso.
Sí meira kunning her.
Freisin til at søkja Nordplus um stuðul til eitt projekt er 1. feburar 2020. Meir kunning kemur seinni.
Les meir um Nordplus her.