03. juli 2019

Studni flytir niðan á Hoyvíksveg 72

Hósdagin 4. juli letur Studni upp við Hoyvíksveg 72

Hósdagin 4. juli letur Studni upp við Hoyvíksveg 72. Í sambandi við tær bygnaðarbroytingar, sum í løtuni eru í Mentamálaráðnum, verða teir stovnar, sum fyrisita undirvísing, savnaðir í Undirvísingarstýrinum.

Undirvísingarstýrið er ein eind undir Mentamálaráðnum, sum burturav tekur sær av rakstrarliga partinum av skúlaverkinum. Nú Studni eisini er flutt inn, eru Undirvísingarstýrið, Yrkisdepilin, Studni, Musikkskúlaskipanin, Nám og Próvstovan savnaði í sama bygningi.

Yvirskrift, um tørvur er á tí